Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mehdi Karimi, sum er úr Iran, er fimleikavenjari hjá Ljósinum og stendur fyri serligu fimleikinum, sum hondbóltsleikarar hjá H71 fáa.

Hondbóltur og fimleikur samstarva

Jón Kragesten, skipar fyri:

Hondbóltsfelagið H71 og Fimleikafelagið Ljósið eru farin undir eitt spennandi samstarv, sum hevur við sær, at einir 100 hondbóltsleikarar hjá H71 fáa eitt serligt tilboð gera fimleik og har við styrkja kroppin. Talan er um eitt skeið upp á 12 vikur.

Tá ið føroysk lið royna seg móti útlendskum liðum, er niðurlagið ofta, at vit megnaðu ikki at fylgja við, tí at okkara leikarar vóru kropsliga veikari. Hetta hava fleiri feløg kring landið roynt at betra um seinastu árini og vanligt er, at leikarar nýta tíð í vektrúmum og eisini teimum venjingarmiðstøðum, sum eru.

Eitt er at vaksin styrkivenja, men at børn skulu gera tað, eru ikki øll kanska líka samd um. Hinvegin, so sigur tað seg sjálvt, at jú fyrr kroppurin verður styrktur, jú betur er. Og tað eru feløg, sum hava styrkivenjingar í fimleikarhøllum, kanska mest tí, at tímar ikki eru tøkir í ítróttarhøllum. Men beinleiðis skipaðar venjingarætlanir fyri eitt nú børn, sum spæla hondbólt hevur ikki verið at hoyrt um. Men tað er júst hetta, sum H71 og Ljósið eru farin undir.

Fríggjadagin var HSF heimasíðan og fregnaðist í Fimi og kom á tal við Hall Danielsen hjá H71 og Kristu Nielsen og Beintu Sørensen hjá Ljósinum.

Kelda: www.hsf.fo

 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=JKXPVTmcizE]