Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hópfíggingarportalurin alment tikin í nýtslu

Hópin av fólki vóru komin saman í Íverksetarahúsinum í Klaksvík í dag, tá ið nýggi hópfíggingarportalurin alment varð tikin í nýtslu. Tað eru Vinnumálaráðið, saman við Íverksetarahúsinum, Visit Faroe Islands og Vinnuframagrunninum, ið hava tikið stig til portalin, sum Íverksetarahúsið hevur átikið sær at menna og reka.

Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, tendraði fyri hópfíggingarportalinum, og fegnaðist í røðu síni um henda nýggja fíggingarmøguleika, sum hann helt vera spennandi, m.a. tí, at talan ikki er um almennan stuðul, men um ein pall, har íverksetarar sjálvir marknaðarføra síni hugskot og finna sær stuðlar, kundar og íleggjarar, og soleiðis fáa reiðan pening, til at fíggja sína framleiðslu. 

Hópin av fólki vóru komin saman tá ið Íverksetaraportalurin alment varð tikin í nýtslu
“At fólk taka seg saman fyri at stuðla nýggjum virksemi er gamalt, og hópfíggingar-skipanir minna ikki sørt um tá í fólk fyrr tóku seg saman og gingu hús úr húsi í Føroyum, fyri at fíggja eitt nú skip og flakavirki. Nógv vóru tá, sum stuðlaðu verkætlanunum, ikki fyri egnan vinning, men heldur tí, at tey vildu stuðla nýggjum virksemi og vera við til at skapa grundarlag fyri nýggjum arbeiðsplássum og menning.

Nú ber til at gera tað sama á netinum. Tá ið fólk stuðla verkætlanum á hópfíggingarpallum er tað í stóran mun av forvitni og av áhuga fyri íverksetan. Tey fegnast um tað nýggja, sum er í umbúna, og tey vita, at við at keypa á hesum pallunum eru tey við til at stuðla nýskapan og menning í samfelagnum. Afturfyri fáa tey eisini annað og meira burturúr enn bert vøruna, sum tey játta at keypa. Tey verða ikki bara kundar, men ein partur av menningini, og tað er teimum fyri at takka, at verkætlanin gerst veruleiki. “ segði landsstýrismaðurin millum annað í røðu sínari..

Fleiri verkætlanir eru klárar á hópfíggingarportalinum, nú hann alment er tikin í nýtslu, og fleiri teirra byrjaðu at fáa stuðul, longu hesa løtuna, meðan tiltakið í Íverksetarahúsinum fór fram.
 
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her

Hópfíggingarportalurin er at finna á https://www.hopfigging.fo/