Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mikudagin 27. mai frá kl. 14.00 – 16.00, í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum, á Grønlandsvegi 58 í Havn.

Hugnaløta fyri teg

Mikudagin 27. mai frá kl. 14.00 – 16.00 skipar Krabbameinsfelagið fyri hugnaløtu fyri teg, sum er ella hevur verið sjúk/ur av krabbameini. Vit hittast í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58 í Havn. 

Prát og hugnalig samvera fyri teg, sum er ella hevur verið sjúk/-ur av krabbameini.

At vera sjúk/-ur og fáa viðgerð fyri krabbamein kann vera sera tyngjandi og ávirka alla tilveruna. Viðgerðin hevur ofta hjáárin við sær. Sálarliga kann tað eisini vera torført. Tú óttast, hvussu alt fer at ganga, um viðgerðin fer at hjálpa o.s.fr. Hetta eru sera vanligir spurningar.

At hitta onnur í líknandi støðu kann gera stóran mun. Okkara royndir vísa, at tað hjálpir at práta við onnur og seta orð á og deila ymiskar upplivingar. Hetta minkar um óttan, og tú fært lættari greiðu á tí, sum bylgist innaní av kenslum og tonkum. Lívsmótið og lívsgóðskan gerst størri, og dagligu avbjóðingarnar verða lættari.

Um tú ert áhuga/ur at luttaka, vinarliga boða frá á tlf. 315979 ella á t-post kmf@krabbamein.fo innan týsdagin 26. mai kl. 15.00.