Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hugsanardagur settur á Vaglinum

Tað vóru Skótalið KFUM’S, Skótafylki Sigmundar Brestisson og Havnar KFUK skótar, sum seinnapartin fyltu Vaglið í Havn. Hetta var serliga ein stuttlig løta fyri eldri skótar, sum minnast, tá skótarnir hittust á Vaglinum í gomlum døgum.

Í dag hava Lord og Lady Baden-Powell føðingardag. Dagurin verður kallaður Hugsunardagur, tí hendan dag skipa skótar kring allan heim fyri tiltøkum og verkætlanum, ið varpa ljós á skótar og skótaarbeiði.

Í Tórshavn og ymsastaðni í Føroyum hevur tað verið vanligt at skótarnir hava bjóðað til skótaguðstænastur, har tað síðsta brævið, Baden-Powell skrivaði til heimsins skótar, verið lisið upp. Almenn kirkjugongd verður eisini í dag kl 18 í Havnar Kirkju.

Tað var Heðin Mortensen, borgarstjóri, ið setti Hugsunardagin. Borgarstjórin er sjálvur gamal skóti og ger við hvørt høvi vart við tað stóra og týðandi samfelagsliga arbeiði, sum skótarørslan ger, og hvussu stóran týdning hetta hevur fyri uppalingina hjá børnum og ungum, ið sum skótar ganga undan sum góð fyridømi fyri onnur.

Borgarstjórin byrjaði við at bjóða skótum, foreldrum og áhoyrarum vælkomnum á Vaglið í dag í sambandi við Hugsunardagin, sum skótarørslan skipar fyri á hvørjum ári 22. februar. Hann takkaði Havnar Hornorkestri, sum altíð stendur fyri góða horntónleikinum, tá ið tiltøk eru her í býnum.

- Vert er at steðga á og heiðra ein mann sum Baden Powell, tí tað, sum hann setti í gongd við eini lítlari skótalegu í 1907, gjørdist ein heimsumfatandi rørsla, sum í dag hevur ikki færri enn 30 milliónir limir. Baden Powell var 50 ára gamal, tá hann 29. juli í 1907 fór út á oynna Brownsea í Onglandi við 21 dreingjum at skipa fyri heimsins fyrstu skótalegu.

- Baden Powell hevði drúgvar royndir at skipa fyri úr enska herinum og hugsaði, at gjørligt mátti verið, at dreingir samstarvaðu sínámillum í patruljum, sum teir sjálvir vóru leiðarar fyri. Hann hugsaði eisini, at skuldu dreingirnir læra nakað, máttu teir læra av egnum royndum. Á leguni gjørdu dreingirnir so mat, reistu tjøld, signaleraðu, bundu knútar og mangt annað. Og viðhvørt miseydnaðist tað, teir gjørdu.

- Men fyri Baden Powell var hetta ikki nakar trupulleiki, tí av mistøkum læra vit at gera tingini rætt, helt hann, og tá skótalegan á Brownsea var liðug, fór hann undir at skriva niður sínar upplivingar á oynni. Bókin “Scouting for Boys” kom upprunaliga út í smærri heftum, sum mong fólk lósu, og áhugin var so stórur, at patruljur tóku seg upp kring alt Bretland. Fólk skrivaðu til Baden Powell og bóðu um góð ráð, og hann svaraði øllum aftur.

- Soleiðis byrjaði skótarørslan. Baden Powell hevði ikki ímyndað sær, at legan í 1907 skuldi eydnast so væl, men sigast má, at gott var, at hann skipaði fyri henni. Tí skótarørslan er ein sera góð og týdningarmikil rørsla. Hon er heimsumfatandi og hýsir bæði børnum, ungum og vaksnum. Fólk úr øllum heraðshornum og við øllum húðarliti kunnu vera skótar.

- Skótarørslan leggur dent á hjálpsemi mótvegis næstanum, ábyrgd mótvegis samfelagnum og vinarløg millum lond. Haraftrat leggur hon dent á heilsuna hjá tí einstaka, sjálvsvirðing og persónliga menning. Hvør vil ikki vera partur av tílíkum felagsskapi? Og hvør fær ikki nógv burturúr at vera við í tílíkum felagsskapi? Ja, hesum kann eg svara sjálvur, tí sjálvur havi eg verið skóti og veit, at skótalívið er sera mennandi.

- Skótalívið hjá okkum í Havn í 50’unum og 60, unum var ógvuliga lívligt og spennandi, og vit lærdu mangt og hvat, sum tit eisini læra hjá skótunum nú. Vit vóru á legum, høvdu nógvar kappingar, bæði úti og inni, spældu sjónleik og skipaðu fyri mongum tiltøkum. Eitt, sum eg sjálvur fekk nógv burturúr, var at læra at skipa fyri. Børnum og ungum varð litið upp í hendi at skipa fyri øllum, sum kravdist, og hetta álitið og hesar royndirnar mentu okkum nógv sum persónar.

- Tá eg fyrstu ferð royndi at gerast skóti, var eg ov ungur, og bleiv tí úlvaungi í patruljuni, sum kallaðist Steinstólpan. Vaksnu leiðararnir har vóru sera dugnaligir tá, eins og teir eru nú. Seinni gjørdist eg skóti í patruljuni, sum nevndist Másin, har var hugnaligt og fekk eina nógvar vinir.

- Sum skótar skipaðu vit fyri fleiri tiltøkum í Sjónleikarhúsinum, har vit savnaðu inn pening til góðgerandi endamál. Har leiktu vit sjónleik, høvdu leirbál og tónleik og sang, og hvørja ferð var stúgvandi fult av fólki. Vit vóru ikki meira enn 12 - 13 ára gamlir, tá vit hildu skótaveitslu, sum tá var í Tórshøll, har handilin Thomas Dam Búnýti er í dag og kundu vit bjóða gentum við. Tá kundu vit bjóða gentum við og tá hildu vit okkum vera øgiliga vaksnar.

- Í okkara skótatíð stóðu vit eisini ofta her á Vaglinum og lurtaðu eftir røðum, sum tit gera nú. Ofta var kalt at standa stillur her í stuttum buksum , sum var kravið tá.. Men vit stóðu her, tí vit heiðraðu tjaldrið á grækarismessu ella Merkið flaggdagin 25. apríl.

- Skótatíðina minnist eg afturá við stórari gleði. Patruljufundirnir styrktu samanhaldið millum dreingirnar í Havn. Ferðirnar í haga og til fjals, legubálini og vikuskiftini við Leynarvatn kveiktu ein serstakan alsk til náttúruna í okkum.

- Útferðir vóru mangar m.a. til Fámjinsvatn og Saksunarvatn. Eisini runnu vit stafett við Tingakrossi heilt úr Tjørnuvík til Havnar. Bál varð tendrað her á Vaglinum í sambandi við móttøkuna, og Havnar Hornorkestur spældi og nógv fólk var samankomið, ja sum á Ólavsøku. Tað var ein stórur dagur.

- Eg ivist ikki í, at tit øll longu eisini hava havt nógvar ríkar upplivingar saman við tykkara leiðarum og fara at fáa fleiri aftrat, og eg vóni, at tit við stoltleika og virðing bera víðari tað, sum Baden Powell setti í gongd í 1907.

- Eitt, sum hann legði dent á, var, at ein skóti skuldi aldrin vera ráðaleysur. Legulív fataði hann ikki sum knoss og stríð, tí hann segði, at smílist tú at tínum trupulleikum og fer undir at loysa teir, eru teir ikki longur trupulleikar, men ein avbjóðing.

- Hann segði eisini, at regn og vindur eru ikki nøkur forðing, um tjaldið er sett rætt upp. Tá situr tú turrur og heitur í tjaldinum. Við hesum vildi hann siga, at vit hava øll ávirkan á okkara umstøður, og hava vit avbjóðingar, kunnu tær basast.

- Tí staðfesti hann eisini, at vit verða ikki eydnusom bara við at bíða eftir eydnuni. Vit mugu vera virkin og til reiðar. Hetta er sanni andin í skótarørsluni - ongantíð at vera ráðaleysur og altíð at vera til reiðar!

- Í sambandi við Hugsunardagin í dag verður skipað fyri postarenning fyri úlvar, títtlingar og skótar. Klokkan fimm verður legubál, og klokkan seks verður kirkjugongd í Havnar Kirkju, sum góður og gamal siður er.

- Eg fari at ynskja tykkum øllum ein sera góðan dag, og sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu – og fyrrverandi skóti og núverandi Rovari við ríkum skótaminnum – lýsi eg við hesum Hugsunardagin 2014 at vera settan, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.