Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hundaframsýning

Leygardagin 27/2 kl 10.00 - 16.00 skipar Hundaeigarfelag Føroya, stytt HUFF, fyri rasuhundaframsýning í Badmintonhøllini í Gundadali. 

Kappingin snýr seg um at vísa sin rasuhund sín framm fyri Internationella dómaranum Hanne Laine Jensen, ið metir um hundin út frá einum standard, ið rasuhundaslagið er alt eftir. 

Kappast verður 10 bólkum, alt eftir hvat hundaslag talan er um. Eitt nú kappast gravhundar í bólki 4, ið umfatar allar 9 útgávurnar av gravhundum.

Soleiðis kappast hundarnir mótvegis hvørjum øðrum eftir at teir eru mettir av dómaranum. Eitt nú ber til at fáa metingina Exellent og certificat, ið er besta metingin. Síðani fer hundurin víðari í kappingini og kappast mótvegis øðrum rasum í finaluni - Best In Show.

HUFF hevur 10 ár á baki og samstarvar við Dansk Kennel Klub um at útbúgva venjarar, barn og hund instruktørar.

Ikki bert hundarnir eru av serligum slagið og høgari góðsku. Eisini steypini sum Óluva Johannessen hevur virka úr leiri eru serføroysk og einastandandi.

Øll eru vælkomin at fylgja við framsýningini og er hetta eitt gott høvið at síggja ymisk hundasløg um ein gongur og ynskir sær hund. Kostnaður fyri vitjandi er kr.50,- børn undir 12 ár ókeypis atgongd.