Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvar ella hvør er trupulleikin?

Stríðið um at vælsigna tey samkyndu er bæði eitt pseudo og eitt ókristiligt stríð. Tí øll kunnu biðja Gud um hansara vælsignilsi og fáa tað. Tað er eingin, eg sigi eingin, ið kann leggja seg ímillum og forða fyri Guðs vælsignilsi, tá biðjið verður um tað.

Longu sum smábørn lærdu foreldrini okkum at signa okkum og at biðja Faðir vár, og eingin kann forða okkum í at verða hoyrd, hvørki prestar, samkomuleiðarar ella onnur. Tað verður einans ímillum Guð og hin einstaka, ið biðjur. Og Guð hoyrir bønirnar.

Vit syngja annars eisini: Minst til at biðja Faðir vár, minst til at signa teg, tá sendir Harrin eingil sín, at fylgja tær á veg. Og soleiðis er tað, og eigur tað at v erða, óansæð hvat pseudo-arnir siga og halda. Tað er hóast alt, Gud sum ræður og ikki sorterar signingarnar eftir húðaliti, kyni ella øðrum, tá biðjið verður. Vælsignað at so er.

Og vit kunnu takka Honum fyri tað.

Dagfinnur Danbjørg.