Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvar er Óli? Hvat ger Óli?

Auswitchdagur var 27. jan., og eg gekk út frá sum givið, at okkara serfrøðingur á naziøkinum fór at greiða okkum frá, hvussu harrafólkið kundi søkka so djúpt, at tað ómenniskjansliga varð vorðið tað vanliga og tað dagliga, og at mill. máttu lata lív á ræðuligasta hátt.

Ein skuldi trúð, at síðani var læst og lukku fyri djevulskapinum. Men, men, so er langt ífrá. Nýnazistar eru nýggju spírarnir, ið grógva, og vilja halda áfram, har teirra upphav máttu lúta fyri yvirmaktini.

Sagt og skrivað verður, at tíðirnar nú á mangan hátt ikki eru stórt øðrvísi, enn tá fanansskapurin varð skipaður á sinni, og at eitt nýtt holocaust lættliga kann gerast veruleiki um eina - ikki so fjara- framtíð.

Óli, ið hevur samstarvað við nýnazistarnar, átti at tikið ein tíma ella tveir á rás 2, har hann á gátuføran hátt hevur fingið innivist, og har – í staðin fyri at býta fiskivinnuna og annað millum nakrar fáar, ið hava meira enn nokk frammanundan – so fyrireika okkum uppá, at viðvirka við øllum tí vit eiga, til at forða fanansskapinum í - nakrantíð yvirhøvur aftur -at fáa fótafestið hjá okkum ella nøkrum øðrum.

So hjálpi oss Guð!

Dagfinnur Danbjørg.