Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat bagir á Vaglinum?

Sitandi býráðsmeirilutin hevur einki fingið av skafti, men sólar sær enn í avrikunum frá undanfarna meiriluta. Tó vil meirilutin nú hava størri samsýning og hægri løn – uttan at kunna vísa á, at meira er at gera, enn tað hevur verið!

Á fíggjarnevndarfundi fyri døgum síðan varð eitt mál lagt fram, uttan at vit í býráðsminnilutanum høvdu sæð uppskotið ella havt møguleika at kunnað okkum um málið. Sera løgið, tí tað skuldi vísa seg, at hetta mál snúði seg um krónur og oyru til leiðarar og borgarstjóra.

Fyri tað fyrsta, so skuldu leiðarar í umsitingini nú flytast upp í løn, uttan at vit vóru kunnað um tað áðrenn? Men tað var nú minni skelkurin, tí síðani kom undan kavi, at nú skuldi borgarstjórin fleiri túsund krónur upp í løn um mánaðin!

Beinanvegin meldar fyrsti spurningurin seg, um borgarstjórin hevur fingið meira at gera, ella er tað veruliga so, at henda býráðssamgongan bara hevur áhuga fyri pengum til sín sjálvs? Jú, nú er líkt til, at eisini varaborgarstjórin og formenninir í øllum nevndunum, sum meirilutin sjálvandi varðar av, skulu hava munandi meira í løn.

Ruggar ikki rætt
Hetta er óhoyrt, tí soleiðis hevur einki býráð undan hesum arbeitt nakrantíð. Enntá er uppleggið so snildisliga lagt fram, at eftirlønin hjá borgarstjóranum ikki er galdandi her og nú. Nei, sjálvandi ikki, tí sitandi borgarstjóri hevur langt síðani uppspart sær eina góða løgtingspensjón, so tað gevur líkasum onga meining – altso, her og nú!

Hinvegin er einki í vegin fyri, at borgarstjórin nú skal hava eina munandi lønarhækking, ið vælsaktans bara er ein duld samsýning fyri, at hennara samgongustuðlar tilsvarandi kunnu økja munandi um sínar samsýningar.

Her ruggar ikki rætt! Øll síggja við hálvum eyga, at millum lítið og einki er komið burturúr hjá sitandi býráðsmeiriluta, ið enn bara kann pyntað seg við lántum fjaðrum frá undanfarna meiriluta. Tí kann ikki upp á nakran máta forsvarast, at sitandi býráðsmeiriluti kann hava fingið so øgiliga nógv meira at gera, enn undanfarni meiriluti, at tað eisini skal síggjast aftur á persónligu botnlinjununum.

Sóla sær enn
Í undanfarna býráðsmeiriluta tosaði eingin um størri samsýningar ella hægri lønir, samstundis sum vit øll arbeiddu í sveittabroti og fingu so nógv av skafti, at nýggi meirilutin enn kann sóla sær í okkara avrikum.

Skammleyst, at býráðsdamurnar á Vaglinum skulu koma við sovorðnum krøvum nú, tá tað í veruleikanum eru vanligir fakfelagslimir, sum fyri sínar súrt tjentu lønarkrónur syrgja fyri, at vøggustovur, barnagaraðr, umlættingarheim, ellisheim, røktarheim og onnur virka í gerandisdegnum. Alt samalt fyri eina løn, ið ikki kemur býráðslimunum til knýggja!

Er nøkur skomm skapt í Anniku & Co., so taka tær uppskotið aftur beinanvegin, tí tað tænir ongum endamáli, at býráðslimir sjálvir skulu sita og lóggeva sær størri samsýningar og hægri lønir. Vit í minnilutanum koma undir ongum umstøðum at taka undir við hesum ørskapinum, ið avspeglar ein fullkomuliga vantandi sans fyri, hvussu veruleikin sær út.

Heðin Mortensen
býráðslimir