Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat er fólksins ogn?

Hvat hugtakið fólksins ogn merkir, hava heimspekingar hugsað djúpt um í øldir. 

SKRIVAÐ: Zakarias Wang 

Ein av hesum heimspekingunum var onglendingurin John Locke (1632-1704).
 
Locke vísti á, at sambært halgubók var øll jørðin við plantum og dýrum skapt áðrenn menniskjurnar (1. mósebók, 1.26-30). Menniskjurnar høvdu til setning at uppfylla jørðina og leggja hana undir seg. Tær skuldu tí ráða yvir havsins fiskum og himmalsins fuglum, eins og dýrunum, sum fingu gras og grønar urtir. Øll jørðin og alt á henni var, var tí fólksins ogn. Menniskjurnar kundu henta urtir og veiða dýr allastaðni. Jørðin var eitt sjálvtøkuborð, og tann, sum hevði áræði og handalag at fáa sær tað, sum etandi var, kundi lívbjarga sær og børnum sínum. Tann fyrimun, menniskjurnar høvdu í kappingini, var, at tær vóru klókar. Tær lærdu at festa eld í tilfar, sum var á jørðini, og kundu kóka ella steikja tað, jørðin bjóðaði teimum. Summi menniskjur hentaðu steinar, sum lógu á jørðini, og løgdu sína arbeiðsmegi í at evna teir til nevasteinar, tí so vórðu teir betri at veiða villdýr við. 
 
Í búskaparfrøðini verður sagt, at vit hava tríggjar framleiðslufaktorar: Tann fyrsti er jørðin. Hetta er alt tað, sum er til frá upphavi: rásarúm, urtir og dýr. Tann næsti framleiðslufaktorurin er okkara egna arbeiðsmegi. Tann triði er realfæfeingi, sum í sær hevur bæði tað, jørðin hevur at bjóða, og ta arbeiðsmegi, vit hava lagt í hetta tilfar. Nevasteinar eru tí realfæfeingi. Grótið í teimum er jørð, sum er fólksins ogn, og sum øll kundu taka upp. Men tann, sum tók grótið upp, sá, at tað kundi tilevnast, og legði sína arbeiðsmegi í hetta verk, gjørdist eigari av tólinum, tí hann átti seg sjálvan og ráddi yvir sær sjálvum og sínari arbeiðsmegi. Við hesum tólum bar til at fáa meir til matna.
 
Væl gekst menniskjunum at lívbjarga sær undir hesi skipan. Mannaættin fjølgaðist og kom um allan jarðarknøttin. Mett verður, at fyri umleið 10.000 árum síðani var meir enn ein millión menniskjur í øllum heimspørtum.
 
Hesar eru fáar í mun til tær, sum nú eru. Hvør er orsøkin til hendan mun?
 
Tað, sum hendi um hetta mundið, var at menniskjurnar lærdu at vaksa um matframleiðsluna. Tær fóru undir at velta jørðina fyri at sáa og heysta. Velting er stórarbeiði, har neyðugt er at hava amboð. Hesi eru realfæfeingi, sum í sær hava jørð og arbeiðsmegi, og eru ogn hjá teimum, sum hava gjørt tey. Við tólunum leggur veltingarmaðurin sína arbeiðsmegi í jørðína. Eins og hann og øll onnur vistu, at hann átti tey amboð, hann hevði gjørt, og ta veiðu, hann fekk við tólum sínum, er einki at siga til, at øll vóru samd um, at hann átti ta jørð, hann hevði velt.
 
Hetta er upprunin til ognarrætt einstaklinga.
 
Sjálvandi vita øll, at tilfarið í einum tóli kemur úr jørðini, sum er fólksins ogn. Somuleiðis vita vit, at tann velti bøurin eins og hvørt einasta grundstykki í upphavi vóru fólkins ogn, ikki nortið av mannahond. Men hugsa vit um málið, gerst okkum greitt, at tað er við at menniskjur hava evnað tól til og hava velt upp úr haga, at tað hevur borið til at halda lív í so nógvum fólkum.
 
Eyðsæð er, at uttan mun til hvussu góð tól veiðimaðurin hevði, so kundi skjótt standa á hjá honum. Nakrir av heimsins bestu veiðumonnum vóru grønlendingar. Teir fóru norð um Grønland og yvirlivdu øld eftir øld í Eysturgrønlandi. Í august 1823 kom ein bretskur rannsóknarfari fram á ein lítlan ættbólk har. Tey høvdu tað gott og dugdu væl at veiða. Men tá næsta rannsóknarfari kom í 1869, var eingin at finna. Í húsatoftum liggja beinagrindir av heilum húskjum. Hildið verður, at tey eru deyð í hungri. Vit hava jú skiftandi tíðir. Eitt gamalt orð sigur, at ringt er at hava hjallin á sjónum. Vit hava havt bæði fiskiloysi og hungur. Tá var tann betri fyri, sum hevði velt, og hevði korn í bingunum tá ið á stóð.
 
Tey, sum høvdu velt, kundu í størri mun klára rakár. Tey kundu halda lív í børnum sínum, og tí fjølgaðust jarðyrkismenn. Hjá teimum vuksu fleiri børn upp, og hesi kundu seta seg niður á nýggjar garðar. Fyri góðum túsund árum síðani komu veltingarmenn heilt til okkara oyggjar.
 
Velting er ein íløgu. Hon verður gjørd í vón um vinning sum frá líður. Úrtøkan av henni kemur tey mongu ár, velti bøurin ber ávøkst. Veltingarmaðurin kann ikki líta á at liva so leingi, at hann sjálvur fær stórvegis burturúr. Men hann kann vóna, at hansara stríð fer at bøta um korini hjá børnunum. Tí arbeiðir hann ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri komandi ættarlið. Tað er tí ættin, sum veruliga fær gagn av veltingini. Orðið óðal merkir eisini jørð sum er arvað.
 
Veltingini fyri at takka kundi meir matur framleiðast á lendi, har higartil bert nøkur fá kundu liva.
 
Fyri ættina loysti tað seg at velta og gera íløgu í fólksins ogn. Men tað bar ikki til, at ein og hvør kom malandi inn á velta bøin at fáa sær burtur av tí, sum nú vaks har. Eingin menniskja vildi lata sær lynda, at onnur nápaðu tað, hon hevði sáað. Fyri at forða slíkum yvirgangi tóku bøndur seg saman um at verja bø sín.
 
Burtur úr hesi sjálvverju er øll statsskipan sprottin.
 
Veltingarmenninir noyddust at standa saman um at verja ta jørð, teir høvdu lagt sítt arbeiði í. Annars høvdu teir onga trygd fyri at fáa mat í munnin og klæði upp á kroppin. Ofta vóru tað teir sjálvir, sum fingu sær vápn í hond og settu lívið í veð. Hetta bar tó ikki altíð til, og tá máttu teir fáa onkran annan, sum var víggjaførur, at taka við. Hermenninir skuldu hava vistir, og bøndurnir máttu útvega tær.
 
Álíkningin av hesum vistum er tann fyrsti skatturin. Skil má vera í, og kongar og aðrir valdsharrar skulu síggja til, at byrðan verður løgd á øll eftir førimuni. Men tá kongar vóru farnir at krevja upp skatt, høvdu teir mangan lyndi til at taka rívan til, og byrðan kundi gerast so tung, at summir bøndur hoknaðu undir skattaokinum, og kongur tí tók garðar teirra. So fekk kongur alla inntøkuna av garðinum. Onkur skuldi tó arbeiða jørðina, og hesin skuldi hava so nógv eftir, at húskið kundi liva. Fyri kongarnar var ofta minni munur á tí, hann fekk í skatti av óðaljørðini, og tí, hann fekk frá leiglendingum sínum.
 
Bøurin var tó bara ein lítil partur av øllum lendinum. Hvør átti so tað, sum var uttan fyri bøin? Var hetta ikki fólksins ogn, sum ein og hvør kundi fáa sær burturav?
 
Teir, sum høvdu velt, og sum nú ráddu, hildu ikki, at hetta bar til. Teir vistu, at skuldu teir bert líta á tað, sum var innangarðs, so var ikki nóg mikið at liva av. Tí samtyktu teir, at tann, sum átti bø, eisini skuldi hava lunnindi uttangarðs. Hesi lunnindi vóru fyrst og fremst grasið í haganum, sum kríatúr kundu eta. Har vóru eisini torvheiðar. Í bjørgunum var fuglur. Tann, sum hevði fótin fastan, kundi fáa neystagrund og sleppa á flot. Tá var ikki bert fiskur at fáa, men eisini grind og kópur. Alt hetta vóru lunnindi, sum hoyrdi teimum til, sum sluppu at hava grundstykki í heimrustini.
 
Statsvaldið, sum veltingarmenninir høvdu sett á stovn, fekk til setning at hjálpa til at hava skil á, hvør ið hevði rætt til at nýta fólksins ogn á slíkan hátt, at sum mest fekst burturúr.
 
Men kundi tað ikki hugsast at vera best, at tað almenna sjálvt stóð fyri framleiðsluni á fólksins ogn? Kongar áttu jú garðar, og tað almenna umboðar jú alt fólkið.
 
Hetta er hugsanin, sum liggur handan tær royndir, sum gjørdar eru at avtaka ognarrætt einstaklinga og seta á stovn eina samfelagsskipan, har staturin rekur alt vinnulív.
 
Hetta tykist ikki ómøguligt, tí tað almenna hevur nógv dugnalig starvsfólk, sum áttu at kunna rikið alt framleiðsluvirksemi.
 
Slíkar skipanir hava eisini verið royndar víða hvar. Heimsins fólkaríkasta land er Kina, og har hevur henda skipan verið roynd. Har býr ein fimtingur av mannaættini, so teirra úrslit áttu at tala fyri seg.
 
Ein av fremstu kinesisku kollveltingarmonnunum var Deng Xiaoping (1904-97). Blaðungur kom hann upp í kommunistiska flokkin, tí hann helt, at hetta var einasti møguleiki fyri at menna fosturlandið, so at tað kundi standa seg í altjóða kappingini. Hann tók lut í innanlandskrígnum og var saman við Mao Tse-tung á tí 10.000 kilometra longu gonguferðini. Eftir at kollveltingarmenninir vunnu í 1949, fór hann av fullum huga til verka við at lata tað almenna framleiða á fólksins ogn. Men sum frá leið, helt Deng tað ganga ov seint at fáa framburð í lag. Fremstu menn kommunistafloksins søgdu, at tað var betri at vera reyður kommunistur enn hvítur kapitalistur. Men Deng førdi fram, at tað hevði minni at siga, um kettan var hvít ella reyð. Tað, sum hevði týdning, var um hon fangaði mýs. Tí fall hann í ónáði, til hann langt um leingi kom fram at í 1978.
 
Tá gekk sjón fyri søgn, at tær reyðu ketturnar ikki høvdu roynst nóg væl. Eftir at tað almenna hevði skipað fyri allari framleiðslu á fólksins ogn í eina fjórðingsøld, var miðalinntøkan fyri hvønn íbúga í Kina lægri enn í tí fátækasta landinum í Afrika. Deng legði á annan bógv. Hann fór í samstarv við kapitalistiskar fyritøkur, og framstigini hava verið eyðsýnd. Meir enn helvtin av fólkunum (einar 700 milliónir) eru lyft upp úr tí blektaðu armóð. Nú megnar Kina at smíða hangarskip, sum eru eins framkomin og tey amerikonsku. Væl er tí komið burtur úr fólksins ogn við at lata einstaklingsframtakið sleppa at framleiða á henni, nógv meir enn tá roynt var at lata statsvaldið skipa fyri framleiðsluni.
 
Royndirnar av at lata statsvaldið taka yvir framleiðsluna á fólksins ogn hava tí ikki verið væleydnaðar.
 
Men hvat nú, um statsvaldið verður nýtt til tað, sum teir fyrstu veltingarmenninir ætlaðu at brúka tað til? So skal tað stuðla vinnulívinum at fáa meir burtur úr okkara felags ogn. Hetta kann gerast við at hjálpa teimum, sum standa sum eigarar av nakað av fólksins ogn.
 
Tað, sum statsvaldið kann gera, er at síggja til, at tað av fólksins ogn, sum frammanundan ikki hevur verið nýtt á bestan hátt, verður einskilt, soleiðis at framleiðsla samfelagsins kann vaksa.
 
Eitt dømi um hetta hava vit í USA. Har vóru stórar víddir, sum eingin velti. Hetta var fólksins ogn, sum øll í USA áttu. Men fyri at fáa jørðina velta, samtykti statsvaldið, at tey, sum skoyttu um tað, kundu fáa jørð foreraða, bara tey vildu byggja sethús á henni og velta hana. Gingu tey undir hesar treytir, fingu tey skeyti upp á jørðina, so eingin kundi taka hana frá teimum. Hetta gekk eftir vild, hóast íløgurnar vóru stórar. Tær gjørdu nevniliga, at USA kom at standa á odda í heimsins vinnulívi.
 
Fyri at kapitalistiska skipanin skal gera gagn, er tí neyðugt at hava eitt statsvald, sum setir sær fyri at fáa hana at rigga. Hetta var tað, sum USA gjørdi, og tað var eisini tað, Deng setti í verk í Kina.
 
Tað, vit skulu gera okkum greitt, er at kapitalisman hevur sum fortreyt, at tað ber til at reisa kapital. Støðugt er neyðugt at seta á stovn nýggjar fyritøkur í staðin fyri tær, sum hvørva. Í USA hendir hetta 25.000 fyritøkum um árið, ella 70 um dagin. Fólk missa arbeiði, virkisbygningar standa tómir og eru bara til ampa.
 
Samstundis er hugurin at fáa nýggj virki stórur. Koma tey í lag, kunnu tær tómu hendurnar fáa nakað at tríva í. Á grundstykkini kann nýtt verða bygt, har vørur og tænastur, sum keyparunum dámar, kunnu verða framleidd.
 
Vansin er bara, at tey, sum hava hugskotini, næstan aldrin hava tann neyðuga íløgupeningin. Tey eru ung, og bankar og aðrir fíggingarstovnar hava púra einfalt ikki loyvi at fíggja hugskot. Hvagar skulu tey ungu virkisfúsu tá fara?
 
Tað vísir seg aloftast, at tey einastu, sum hava álit á hugskotunum hjá teimum ungu, eru foreldrini. Tey kenna síni børn og hava álit á teimum. Sjálvt í USA, har tað er lættari enn aðra staðni at fáa fígging, verða tveir triðingar av nýggju fyritøkunum fíggjaðar av foreldrunum hjá stovnarunum. Oftast fáa foreldrini fíggingina við at seta ognir sínar í veð. Millum tær fyritøkur, sum eru fingnar í lag við foreldrafígging, hava vit nøvn sum Microsoft og Apple. So í USA er nógv komið burturúr, at fólksins ogn er einskild.
 
Ein tann týdningarmesta almenna tænastan, sum veltingarmenn og allir jarðareigarar hava tørv á, er at tað almenna við tinglýsing veitir teimum møguleika fyri nágreiniliga at kunnu prógva, hvat teir eiga, og hvar markið til grannaognina er. Har tað almenna hevur fingið slíka tinglýsingarskipan í lag, ber til hjá teimum, sum hava avlopsgjaldføri, at fáa trygd fyri, at tann, sum biður um lán, veruliga eigur ta ogn, sum verður sett í veð. Longu áðrenn Norska Lóg kom í gildi her í 1687, høvdu vit eina slíka skipan við tinglýsing, og hon er útbygd síðani. Ikki øll lond eru so heppin. Bretar hava tinglýsing heima hjá sær sjálvum, men settu ikki slíkar skipanir í lag í hjálondum sínum, og tað er ein av orsøkunum til, at nógv av teimum, eitt nú India, hava havt ilt við at fáa framburð í lag. Sama er skilið í Grønlandi. Hóast danir hava eina frálíka tinglýsingarskipan heima hjá sær sjálvum, kom eingin í Grønlandi, tí har samtyku danir – uttan at spyrja nakran eftir – at danski staturin átti alla jørðina. Í Føroyum legðist stjórnin tó bert á helvtina av jørðini! Men í báðum førum gjørdi hetta sítt til, at vinnulívið hevur havt størri avbjóðingar enn neyðugt við at reisa kapital.
 
Gongdin hevur yvirhøvur verið tann, at so hvørt mannaættin er fjølgað, hevur tað, sum frammanundan bert var fólksins ogn, verið býtt sundur í matriklar, sum ávísir eigarar standa fyri. Hesir matriklar kunnu keypast og seljast á marknaðinum. Endamálið við hesi skipan er at vaksa um framleiðsluna. Tað er bert av praktiskum ávum, at ein eigari stendur fyri hvørjum matrikli. Tann ráa jørðin í hvørjum matrikli er fólksins ogn. Men tað arbeiði, sum er lagt niður í jørðina, stavar frá einstaklingum, sum eiga seg sjálvar, og hesin partur av matriklinum er tí ikki fólksins ogn, men ogn einstaklingsins. Tí var tað, at veltingarmenninir samtyktu, at teir skuldu standa sum eigarar av matriklinum. Royndirnar síðani hava til fulnar prógvað, at tað loysir seg best fyri heildina, at tað almenna letur einstaklingarnar ráða fyri hvussu sum mest fæst burtur úr hvørjari ogn sær.
 
Teir dagar eru farnir, tá vit høvdu heimrustir, har húsini stóðu, og bøin, har skurðurin gav trygd fyri, at til bar at liva til næsta ár. Nú verða grundstykki løgd út. Á summum teirra verða sethús bygd. Á øðrum verða virki reist, sum framleiða góðar, bæði vørur og tænastur. Hesir góðar verða framleiddir til húsarhaldini, sum keypa teir í handlum, sum eisini skulu hava jørð at standa á. Flutningurin fer fram eftir vegum, havnum og floghavnum, sum eisini krevja almikið av arbeiddari jørð. Stór framstig eru hend við hesi skipan.
 
Havið
 
Í fyrsta kapitli í fyrstu mósebók verður fiskur fyrst nevndur millum alt tað, menniskurnar sleppa at ráða yvir. Fiskur er í áum og sjógvi. Áir og havið eru partar av tí jørð, sum er fólksins ogn, og menniskjurnar hava rætt til at fáa fatur á fiskinum og øllm øðrum, sum er í áum og sjógvi sær til matna.
 
Ikki er óvanligt, at børn royna at fanga síl við berum hondum. Hjá summum eydnast tað, men hetta er við stórari møði og gevur lítla føði. Øðrvísi var tá vit lærdu at nýta tilfar á landjørðini at gera tól, sum kundu hjálpa okkum at fáa fatur á fiskinum. Vit fingu húkar, sum fiskurin kundi bíta á, og vit fingu gørn, sum fiskurin kundi koma fastur í. Húkar og gørn eru tí realfæfeingi, sum í sær hava bæði jørð og arbeiðsmegi. Av tí at vit kunnu nýta burturav tí, sum er á landi, kunnu vit fáa hesi tól fyri at heysta havsins silvur. Her er talan um veiðu av sama slag sum øll veiða á landi. Tann sum veiðir á fólksins ogn á landi eins væl og á sjógvi, eigur fong sín.
 
Á landi fóru menniskjurnar at velta og harvið leggja so nógva arbeiðsmegi í jørðina at hon gjørdist teirra ogn. Veltingarmannirnir løgdu eisini undir seg tað óvelta, sum teir kundu fáa gagn av. Hesi lunnindi gjørdust ein partur av inntøkugrundarlagnum hjá bygdini.
 
Men hvussu var við sjónum? Var tað, hann kundi geva, ikki eisini lunnindi hjá bygdini?
 
Bygdarmenn royndu av øllum alvi at fáa tað, vunnið varð av sjónum, viðgjørt sum lunnindi. Vit hava eitt nú hugtakið jarðarhval. Tann bygd, sum var so heppin at hava eina hvalvág, fekk stóran landpart, tá grind legði beinini. Summar bygdir vóru nótapláss, og har fekk bygdin burturav. tá uttanbygdamenn kastaðu nót.
 
Men bygdarmenn formáddu sær ikki stórt, tá aðrir fingu sær meir framkomin tól. Her var fyrst og fremst talan um tað tól, sum eitt skip er. Tey kundu nýtast til flutning. Okkara deksleysu bátar og knørrir kundu ikki standa seg í kappingini, tí vit kundu ikki reisa tann kapital, sum neyðugur var fyri at fáa so dýr amboð. Hesi skip kundu eisini veiða hval við stórum vinningi, sum vit einki fingu burturav. Samstundis tóku tey upp fiskiskap á okkara leiðum, og kongar aðrastaðni søgdu teknar sínar hava rætt at fiska inn at fjørusteinunum okkara. Tað statsvald, vit høvdu, megnaði ikki at verja okkara áhugamál fyri útlendingunum, hóast tað hevði átikið sær at skipa fyri fólksins ogn innan fyri ríkismark.
 
Tað sum hendi, var at aðrir statir stuðlaðu sínum veiðimonnum at fara út á tað víða havið, sum øll mannaættin átti, og við sínum framkomnu tólum leggjast á meir enn sín egna part. Tað sum nú varð átrokandi, var at finna fram til hvussu tann parturin av ogn mannaættarinnar, um havið er, skuldi býtast millum heimsins statir.
 
Í fyrstuni var hetta sera einfald. Tey stóru og sterku londini sum høvdu útgerð til at fáa alt, sum virði hevði, samtyktu at havið skuldi vera opið fyri øllum. Hetta merkti, at tey sum høvdu útgerðina, sluppu at veiða allastaðni, men so gingu tey við til at hava eitt trímílasjómark. Fólksins ogn hjá hvørjum stati var tí innan fyri hetta trímílamark. Har kundu borgararnir veiða í friði og náðum.
 
Men í Europa samtyktu nøkur lond at ganga saman í eina unión, sum stig fyri stig skuldi gerast ein nýggjur statur á jøvnum føti við USA. Fyrsta stigið var at samansjóða ríkini búskaparliga. Tí samtykti hesin felagsskapur í 1970, at tann fólksins ogn, sum hvør statur higartil hevði rátt yvir innan fyri sítt sjómark, nú skuldi gerast fólksins felagsogn hjá øllum borgarunum í limalondunum. Ein, sum hevði eitt skip í einum limalandi, kundi tí fiska frítt innan fyri sjómarkið í øllum hinum limalondunum. Danmørk gjørdist limur í hesum europeiska felagsskapi 1. januar 1973, og gekk undir hesa reglu. Fólksins ogn í Danmørk var tí ikki longur ognin hjá danska statinum, men ogn hjá europeiska felagsskapinum, sum ein kommisserur í Brússel stóð á odda fyri.
 
Tey eru nógv sum siga, at vit eru í danska ríkinum. Um so var, so var eingin orsøk at tosa um at tað eru vit, sum eiga fólksins ogn, tí so hevði alt innan fyri okkara sjómark verið felagsogn hjá øllum ES-borgarum síðan 1. januar 1973.
 
Hví er hetta ikki hent?
 
Vóru vit í danska ríkinum, hevði einki ivamál verið um, at tá vit tosa um fólksins ogn, so umrøða vit tað, sum ES hevur ræði á.
 
Men so einfalt er hetta ikki.
 
Orsøkin til hetta er tað sum hendi 14. september 1946. Henda dag var fólkaatkvøða í Føroyum.
 
Danska stjórnin hevði givið føroyingum eitt tilboð um innliming í Danmarkar ríki. Vildi føroyingar ikki taka við innlimingini, so skuldi skilnaður vera við Danmørk.
 
Høvdu vit tikið undir við innlimingini í Danmarkar ríki, so hevði danska stjórnin rátt yvir fólksins ogn hjá okkum. Men vit feldu uppskot donsku stjórnarinnar, og tí komu vit ikki inn um danskt ríkismark. Tað er tí hvørki danska stjórnin ella ES-kommisserurin í Brússel, sum ræður yvir fólksins ogn hjá okkum.
 
Hvør er tað so, sum ræður yvir fólksins ogn her?
 
Tað er einki loyndarmál.
 
Øll heimsins ríki hava altjóðarættarliga ásett mørk. Eisini vit hava altíð havt greið mørk, sum hava verið ásett á altjóða stigi.
 
Í miðøld gjørdist vit ein partur av norska kongsríkinum, sum hevði altjóða góðkend mørk. Tey broyttust ikki, hóast ríki okkara í 1380 fekk sama kong sum Danmørk. Greitt mark var framvegis millum hesi bæði ríki.
 
14. januar 1814 broyttist mark okkara, tí við friðarsáttmálanum við Svøríki varð mark sett millum ríki okkara og teir landslutir, sum vit tá mistu til Svøríki.
 
1. desember 1918 broyttist mark okkara aftur, tí tá fór Ísland burtur úr ríki okkara, og eitt nýtt altjóða góðkent mark kom millum ríki okkara og Ísland.
 
Í dag fevnir ríki okkara um londini Grønland og Føroyar. Millum hesi lond hevur ongantíð nakað altjóðarættarligt mark verið, og eru vit tí tvey lond í einum ríki.
 
Tað eru tí vit, grønlendingar og føroyingar, sum ráða yvir fólksins ogn sum innbornir í hesum ríki.
 
Enn hevur ríki okkara ikki fingið eina stjórn, sum kann avgera, hvussu skipast skal fyri við fólksins ogn í ríki okkara. Bráðfeingis eru tað tí landsstýrini í londunum, sum vegna ríkið hvørt í sínum lagi fyrisita fólksins ogn á sjógvi og landi.
 
Tað støða her skal takast til, er ikki nógv øðrvísi enn tann avbjóðing, sum menniskjurnar høvdu tá tær komu higar. Tá var her eitt land, sum var felags ogn hjá øllum menniskjum. Tær løgdu landið undir seg við at nýta tey tól, tær høvdu lagt sítt arbeiði í, fyrst við veiðu og síðan við at broyta landið við at leggja arbeiðsmegi í jørðina. Har varð rutt fyri grundstykkjum og bøur veltur so framleiðslan vaks. Bygdirnar løgdu undir seg tað av ogn mannaættarinnar sum tær kundu arbeiða, og á tann hátt vaks framleiðslan av mati so túsundavís av fólkum kundu liva her. Bygdirnar kundu leggja haga, bjørg, kópalátur og hvalvágir undir seg sum ognarlutir. Men hóast dúgliva varð roynt, eydnaðist ikki at gera sjógvin til ogn hjá nakrari ávísari bygd. Á hesi fólksins ogn kundu øll sleppa framat og royna sín dugnaskap og sítt hepni – og royna hvør dugur var í teimum tólum, arbeiðsmegin varð løgd niður í.
 
Tað er ikki yvir at dylja, at í øldir hava vit verið eftirbátar í tøkniligu gongdini tá talan hevur verið um at nýta ta fólksins ogn sum er uttan um okkum. Vit hava ikki havt tey tól, fiskireiðskap og skip, sum okkara kappingarneytar hava havt. Útlendskir veiðimenn hava tí tikið sín ríviliga part av tí ogn mannaættarinnar, sum hevur verið beint fyri durum okkara. Tað sjómark, sum vit fingu okkum til verju, var ov innarliga fyri at gera nakran mun. Harafturat kom, at ES í 1970 samtykti at allir fiskimenn í ES-limalondunum skuldu sleppa at veiða her á jøvnum føti við okkum.
 
Av tí at vit í 1946 tóku ta røttu avgerð ikki at gerast ein partur av Danmarkar ríki, eydnaðist okkum eisini at sleppa undan at avreiða okkara sjóøki til ES í 1973. Ofta verður sagt, at vit altíð eru ósamdir, men tá løgtingið atkvøddi um vit skuldu vera uttan fyri ES, vóru allir flokkar á tingi samdir. Um sama mundið samtyktu øll heimsins lond, at sjómarkið skuldi flytast út á 12 fjórðingar, og at tað av heimsins sjógvi, sum var millum 12 og 200 fjórðingar, skuldi vera búskaparligt øki hjá hvørjum strandarlandi sær. Avleiðingin av hesum hevur verið, at einki av heimsins ríkjum hevur so stóra fiskiveiðu í mun til manntalið sum ríkið Grønland/Føroyar.
 
Avbjóðing okkara er at fáa sum mest gagn burtur úr teimum møguleikum, sum okkum standa í boði, av tí at vit ikki vildu limast inn í Danmarkar ríki og ES.
 
Skulu vit gera sum Kina gjørdi í 1949 og siga, at tað almenna skal skipa fyru allari framleiðslu á fólksins ogn? Fer tá at gangast okkum sum teimum, so vit enda millum heimsins fátækastu lond?
 
Einki er lættari enn at kippa ta hønuna, sum verpur gullegg. Vit vita hvørjar avleiðingarnar eru.
 
Hin møguleikin er at hjúkla um tær nælandi spírunar, sum vit hava í vinnulívi okkara. Vit kunnu lætta um at fáa fígging til teirra, sum vilja seta nakað í gongd og vaksa um fyritøkur, sum hava prógvað, at tær duga at fáa framleiðsluna at bera seg. Tá fer at grógva um gangandi fót. Teir møguleikar, sum eru á sjóvi og landi fyri at vaksa um framleiðsluna, kunnu setast í verk. Møguleikarnir eru alstórir. Her býr eitt gott fólk í einum góðum landi. Fiskivinna okkara hevur stórar møguleikar fyri at fáa meir burtur úr veiðini. Men hetta krevur at fyritøkurnar kunnu hava avlop eftir skatt. Hava tær ikki tað, so fara tær á húsagang. Men leggja vit á annan bógv, so kunnu verandi og komandi fyritøkurnar gerast lokomotiv í búskaparliga framburðinum.
 
Verður rætta kósin vald, kann skjótt nógv broytast okkum tl gagn. Vit kunnu líta at Singapore. Har búðu í 1840 eins nógv fólk sum tá í Føroyum. Nú eru vit 50.000 og har eru tey 5.607.300. Vit mugu ekkaleys viðurkenna, at orsøkin má vera, at tey har hava tikið rættari avgerðir enn vit. Men hetta sigur okkum eisini, at vit kunnu fáa nógv burtur úr at taka rættari avgerðir enn higartil.
 
Alt bendir tí á, at spurningurin um ta røtti nýtsluna av fólksins ogn framvegis kann skaka alt, soleiðis sum bæði Móses og John Locke hava lært okkum.

Zakarias Wang