Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat hava Vágafólk gjørt Fólkaflokkinum?

Politiska ætlanin hjá Fólkaflokkinum um at avtaka uppboðssøluna og verandi bíðistøða, kann lættliga forkoma einari vinnuligari sólskinssøgu í Vágum

Hóast tíðin helst kundi verið brúkt til okkurt anna skilagott, setti eg meg at lurta eftir viðgerðini á tingi um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um avtøku av uppboðssøluni av sjófeingi.

Má viðganga, at her var ikki nógv nýtt undir sólini, men tó. 

Minti meg á viðgerðina undan jólum, tá fiskivinnunýskipanin var til viðgerðar og samtykt.

Tá var grenjan um  fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu og at meginparturin av fiskivinnuflotanum bleiv lagdur. Viðmerkingarnar frá tingfólki við skelvandi grátirødd úr tingsalinum, messaðu støðuna hjá norðurøkinum, undan og eftir samtyktina, sum um tað var fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar kommunu, ið var til viðgerðar, og at deyðin stóð fyri durunum. Ein annar stóð á tingsins røðarapalli og rópti haps - og um politiska útlutan. 

Politisku visiónirnar eftir 25 árum í politikki byrja at kámast, og heldur enn at koma við onkrum konstruktivum, var roynt at sláa alt upp í glens - um politiska útlutan sum um tað er nakað nýtt, sum er komið inn í politisku skipanina. 

Serliga var tað økiskvoturnar, sum vóru av tí onda. Og alt skuldi broytast um Fólkaflokkurin kom til valdið aftur. 

Einki nýtt undir sólini, virðini skuldu verða norðanfyri Gøtueiðið.

Tað, sum eg fegnaðist um undir viðgerðini um avtøku av uppboðssølu var, at Sambandsflokkurin ikki var serliga aktivur í orðaskiftinum, og tí er at vóna, at hann ikki tekur undir við verandi uppskoti.

Helt, at uppskotið frá Fólkaflokkinum um avtøku av uppboðssølu ikki kundi fara óátalað aftur við borðinum.  

Undan samtyktini av fiskivinnunýskipanini í 2017 vóru spádómar um dangur, ein tilafturskomnan skipaflota og politiska útlutan, sum fylti politiska rúmið. 

Har, sum vinnulívið sær møguleikar, royna partar av politisku skipanini nú at seta forðingar.

Fyri nøkrum døgum síðan hoyrdist stórtíðindi - ein sólskinssøga. Eitt reiðarí í Vágum ætlaði at keypa eitt uppsjóvarskip úr Norra (ikki danga). Treytin er helst, at skipið fær part av økiskvotuni, og sleppur at bjóða á uppboðssølu, saman við nøkrum fáum tonsum, sum onnur skip í reiðarínum eiga.

Og fyri at gera sólskinssøguna fullkomna, hevur sama reiðarí keypt gamla bygningin Snarfrost frá Luna, og er í ferð við at seta bygningin í stand. Ein bygningur frá farnari tíð, sum nú  er í góðum standi, og sum hevur nógvar møguleikar fyri framleiðslu og at skapa arbeiðspláss. 

Uttan at kenna ætlanina, hvat bygningurin skal brúkast til, so eri eg vísur í, at ætlanin er at arbeiða innan pelagiska meirvirking. 

Alt hetta verður slept og dettur á gólvið um ein av áður nevndu møguleikum verður tikin burtur. 

Og tað er ætlanin hjá Fólkaflokkinum við uppskotinum um avtøku av uppboðssøluni, og lata teir somu fáa alla køkuna. 

Uppskotið er farið í vinnunevndina, og sambært framsøgumanni Fólkafloksins, og øllum teimum, sum høvdu orðið, er meirluti fyri at avtaka uppboðssøluna. 

Henda politiska ætlan og bíðistøða, kann lættliga forkoma vinnuligu sólskinssøguni í Vágum.

Tí má ein relevantur spurningur verða - hvat hava Vágafólk gjørt Fólkaflokkinum?

Eivin H. Jacobsen