Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat hugsar tú fyri tær, Kári P. Højgaard?

Fyri ikki so nógvum døgum hoyrdi vit aftur um tekniskar trupulleikar hjá Teistanum og hetta verður nokk ikki síðstu ferð vit hoyra um avlýsingar.

Las herfyri, at tunnilsgjøldini verða lækkað. Hvat er galið, hví skulu vit, sum búgva á útoyggjum revsast hvørja ferð, tá SSL ikki fær endanar at røkka saman, av tí, at tað er so dýrt at reka stovnin.

Hví kann SSL ikki gera tað soleiðis, at vit sum hoyra til oyggjarnar, at vit fáa eina avsláttarskipan, at vit kunnu keypa okkum ein KUBBA til ferjunar. Tú skuldi kunna skjalprógva, at tú hoyrir til eina kommunu á einari oyggj. Tað hevði lætt nógv um hjá teimum, sum brúka ferjusambandið nógv. Sambært Dennis Holm er talið av ferðandi um Suðuroyarfjørð vaksið við 37% - úr 154.442 í 2004 og upp í 211.878 ferðandi í 2011.

Eisini í undirsjóvartunnlunum er ferðslan økt. Og økta talið av bilum gjøgnum Vága- og Norðoyatunnilin førdi herfyri við sær príslækkingar.

Økt tal av ferðandi um Suðuroyarfjørð hevur tó ikki havt heilt somu úrslit við sær, tí okur hava verið fyri:

- príshækkingum

- niðurskurð í túratalinum

...okur eru eitt sindur "out of sight, out of mind" - eisini á hesum økinum! Skrivar Dennis Holm.

Havi ikki tølini fyri Sandoynna, men eg eri rættuliga vísur í, at tey eru økt samsvarandi við ferðingina um Suðuroyarfjørð.

Kann ikki lata vera við at viðmerkja tað nýggjasta í fjølmiðlinum, um, at tað er komið so langt við Skálafjarðatunnilinum, at klárt er at undirskriva í heyst.

Hvar er logikkurin hjá Kár P. Højgaard at skula fara undir eina tílíka verkætlan - stór skomm - tað er í dag ikki meira enn umleið 1 tími at koyra av Toftum til Tórshavn. Hvat er meiningin - ætlar Kári P Højgaard at niðurleggja alt handilslív á Skálfjørðinum - ja tað trúgvi eg.

Tað næsta, sum skal gerast í Runavík er vegur til tunnilin. Um tað verður nógv ferðsla inni á Skálafjørðin , ja so klárar núverandi vegur ikki alla ferðsluna og skal tí nýggjur vegur gerast har, sum kemur at kosta fleiri hundratals milliónir. Tað verður ikki nakað útlendskt felag, sum kemur at fíggja tann vegin - hvør maður veit, at tað verður borgarin, ið kemur at rinda gildið.

Tað næsta verður, at tey, sum búgva soleiðis fyri, heldur koyra eftir landsvegnum enn ígjøgnum Skálafjarðatunnilin til Tórshavn. Verður hetta soleiðis fer tað privata felagið at leggja sak ímóti landinum fyri at vera kappingaravlegandi og krevja endurgjald fyri, at bilførarar ikki brúka tunnilin.

Og tit siga, at skálafjarðatunnilin skal fíggja Sandoyartunnilin - tað er slutur og tað kanst tú gloyma alt um Kári P. Højgaard.

Sandoyggin, hon verður avtoftað innan ikki so langa tíð. Nei Kári P. Højgaard, royn tú heldur at fáa fast samband til Suðurøkið sum skjótast - tað ongantíð ov skjótt.

Vinarliga

Joen Peter Petersen

Formaður Sandoyar Sambandsfelag