Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvat kostar tað at børn fara svong til songar?

Opið bræv til Reimund Langgaard og aðrar samgongulimir, sum ikki tóku undir við at veita teim fíggjarliga harðast sperdu barnafamiljunum fíggjarligan styrk, áðrenn tingið fór í summarfrí.  

Tá samgongutinglimir við løgmanni á odda fóru undir at fáa allar føroyingar at taka undir við at lata eitt privat felag byggja ein eysturoyartunnil, gjørdi samgongutingmaðurin Reimund Langgaard eina (cost-benefit) útrokning av, hvussu nógv samfelagið og einstaki borgarin fór at vinna av peningi, um tikið var undir við nevndu verkætlan.

Milliónirnar runnu skjótt upp í øktum vunnum virði. Talan var m.a. um at spara upp á vegirnar og útlátið, men ein tann mest áhugaverda útrokningin eftir mínum tykki var virðið av at koma fyrr til hús til familjuna og at hava “kvalitetstíð” saman við familjuni og serliga børnunum; tá vóru rættiliga nógv virði vunnin.

Nú fari eg at heita á tingmannin um, at gera eina líknandi útrokning fyri tær familjur, sum ikki hava nóg mikið av peningi til: 

• at børnini fáa veruligan mat hvønn dag 
• at børnini taka lut í sosialum felagsskapi við onnur børn  
• fara í og halda føðingardagar 
• at ferðast

Í eini yvirlýsing, sum Norðurlendskur felagsskapur fyri sosialpedagogar (NFFS) skrivaði í 2012, stendur m.a. at:

“Børn, sum vaksa upp í fátækt, eru fyri stórum vanbýti og eiga ongan lut í tí, sum má metast at vera vanlig nýtsla og vanlig luttøka í samfelagnum. Tey eru við skerdan lut og eru sosialt avbyrgd. 

Tað vaksandi fátækadømið rakar serliga børn hjá støkum uppihaldarum, foreldrum við ongari útbúgving, arbeiðsleysum og børn í familjum, sum eru tilflytarar úr londum uttan fyri vesturheimin. Av heimansettum børnum eru lutfalsliga nógv, sum hava livað og liva í fátækadømi. Meginparturin av børnum, sum vaksa upp hjá fosturfamiljum ella á stovni, eru úr heimum, har stórt trot er á materiellum tilfeingi. Familjur, ið ikki hava orku ella hugskot til virksemi, sum ikki kostar pening. Fátækadømi er ein av orsøkunum til vansorgan.

Nógv børn liva í familjum, hvør fíggjarstøða er so vánalig, at tey ikki kunnu taka lut í einum fjølbroyttum barnalívi við frítíðarvirksemi, sum kann geva teimum upplivingar av at megna avbjóðingar - nakað, sum kundi fyribyrgt nógvum trupulleikum. Tað eru eisini børn í Norðurlondum, sum liva í treytaleysum fátækadømi. 

Tað eru børn, sum sjáldan ella ongantíð eru og ferðast, eru útferð, túr, í føðingardag ella hava vinfólk við heim til hús.

Hóast tað sum heild er økt um vælferðina í Norðurlondum, so er barnafátækadømið vaksið. Orsøkirnar til tess eru á mangan hátt tann førdi búskaparpolitikkurin, ið hevur elvt til størri ójavnað. At so nógv børn vaksa upp í fátækadømi, stendst eisini av, at vælferðarveitingarnar í alsamt størri mun verða lagaðar eftir einstaklingstørvi, og hetta er serliga til frama fyri tær sterku familjurnar.

Tann besti møguleikin hjá foreldrum at tryggja, at børnini ikki skulu vaksa upp í fátækadømi, er at hava og varðveita eitt arbeiði, sum gevur eina hóskandi inntøku.

Tí eru átøk til tess at økja um talið á arbeiðsplássum avgerandi í stríðnum móti barnafátækadømi. Men vinnufremjandi politikkur munar einki einsamallur. Tað er eisini alneyðugt at hava børnini í huga í sambandi við útjavningarpolitikkin. 

Hetta snýr seg m.a. um:

• Góðar almennar skipanir og tænastur
• Ókeypis dagstovnar, skúlar og frítíðarstovur
• Ókeypis frítíðarvirksemi í kommununum
• Betri stuðul til barnafamiljur
• Lands og kommunalar ætlanir fyri uppvøkstri, sum eisini fevna um arbeiði við barnafátækadømi

Tað ræður um at seta ítøkilig og miðvís tiltøk í verk her og nú, umframt eina langtíðarætlan fyri at sleppa undan, at børn vaksa upp í fátækadømi. 

NFFS heldur, at eitt lutfalsligt og eitt treytaleyst fátækamark eigur at verða ásett. Tað hevði gjørt tað møguligt at fylgt við, hvussu stórir trupulleikarnir við barnafátækadømi eru, hvussu tað broytist, og ikki minst at arbeitt verður miðvíst fyri at sleppa undan barnafátækadømi.”

Maud Wang Hansen