Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví ikki fólkapensión til øll vaksin?

Nú hoyrast stórtíðindi um allan heim. 

Finska stjórnin boðar frá, at hon ætlar at seta í verk eina skipan við borgaraløn. Hvør vaksin skal fáa útgoldið 800 evrur um mánan. Ein evra er verd 7,45 kr, so talan er um 5.950 krónur um mánan ella 71.520 krónur um árið. Hetta uppskot hevur góða undirtøku. Ein meiningarkanning vísir, at 69% av øllum finnum dáma væl, at hetta verður gjørt, og sjálvur forsætisráðharrin sigur, at endalig avgerð verður tikin um eitt ár.

Ætlanin er, at henda upphædd skal verða ósvitalig. Einki skal verða tikið burtur av henni undir nøkrum umstøðum. Hevur onkur aðra inntøku, minkar borgaralønin ikki. Serliga orsøkin til at hetta verður gjørt nú, er at finnar eru komnir í neyð av arbeiðsloysisskipanini. Í henni verður tikið burturav, um onkur fær arbeiði, hvussu lítið tað enn er. Tí hveppa fólk seg við at fara at arbeiða, og hetta er skaðiligt fyri samfelagið.

Borgaralønin er tí einfaldari enn núverandi fløkjasliga skipan. 

Sjálvandi er hon eisini dýrari. Serliga verður ført fram, at við hesi skipan koma tey ríku at fáa útgoldið pening, og hví skulu tey tað, tá tey hava so ivaleyst?

Afturímóti verður her víst á, at tey ríku eru jú rættiliga fá, eini 10-20% av øllum. Borgaralønin kemur at vera skattafrí, og tey ríku gjalda skatt av inntøkuni oman fyri botnfrádráttin. Við hesi nýggju skipan verður eingin botnfrádráttur, og tann skattafría inntøka, sum tey ríku higartil hava havt, gerst tí øll somul skattskyldug. 

Harafturat er vert at hava í huga, at henda broyting verður fíggjað við øktum skattainntøkum. Tær kunnu bert fáast frá teimum ríku, og tá tey fáa borgaraløn, verður ikki so lætt hjá teimum at grenja um, at tey einki hava at liva av eftir at skatturin er goldin.

Gongdin í Finnlandi er jú heilt øvug henni, sum okkara landsstýri hevur stungið út í kortið.

Vit hava ikki havt borgaraløn higartil, men vit hava havt eina skipan við fólkapensión. Tá hon kom, var hon eitt stórt framstig, men nú er farið undir at niðurlaga hana, soleiðis sum Ingeborg Vinther ger vart við. 

Øll orsøk er hjá okkara stýri at ganga í seg sjálvt og viðurkenna, at tað er á skeivari leið. 

Heldur enn at klípa burtur av fólkapensiónini áttu okkara 18 meirilutamenn at miða seg eftir finnum og sagt at:

Fólkapensiónsgrundupphæddina fáa øll frá tí tey eru 16 ár.

Einki skal klípast burtur av hesi upphædd.

Upphæddin verður hækkað frá 3.313 krónum til 6.000 krónur um mánan.

Zakarias Wang