Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hví stillar tú upp til løgtingsvalið?

Svar til nakrar spurningar eg fekk nú ein dagin.

Svar: Tí eg havi nakrar hugsjónir, sum, um tær vinna fram, fara at geva okkum eitt betri samfelag. Og so eri so heppin, at eg eri partur av einum flokki, hvørs fremsta ynski er, at allir føringar skulu hava tað gott og trygt í hesum vakra og ríka landinum, Skaparin unti okkum at búgva í.

Júst hvat er tað, flokkurin stendur fyri? Hvørji eru hjartamál tykkara?

Svar:

• at vit sum einstaklingar og tjóð ikki seta álit á menniskju, men á Gud, skapara Himins og jarðar.

• at øll skulu kenna seg trygg í Føroyum, eisini ófødda barnið.

• at ríkidømið, Skaparin signar okkum við, verður lutað øllum og ikki bert teimum fáu.

• at fáa alt ríkidømið úr havinum um føroyskar hendur,so arbeiðsloysið hvørvur.

• at skapa virðilig kor til tey gomlu, sum liggja óhjálpin heima, uttan nøktandi røkt.

• at kristnu virðini framhaldandi verða grundarlag undir lóggávuni.

• At barnafamiljur mugu fáa rúmligari fíggjarligar umstøður.

Hvar stendur flokkurin í forhold til vinstra og høgra?

Svar:

Hasi hugtøkini hoyra einari farnari tíð til! Her heima verða tey bara tikin fram tá val eru, annars er lítil og eingin munur á gomlu flokkunum.

Men spyr tú, hvar Miðflokkurin er á sosiala skalanum, so finnur tú hann óivað sum tann mest sosialt sinnaða. Miðflokkurin metir tað verða skyldu hins sterka og samfelagsins at hjálpa tí tørvandi, honum ella henni, sum er í neyð, og ikki megnar at skipa síni egnu viðurskifti.

Hvar stendur flokkurin í forhold til loysing og samband?

Sjálvt nýlembda lambið strevast at koma á føtur fyri sjálvt at kunna ganga. Og heimføddur man hann verða, sum ongan hug hevur at fara heiman frá foreldrum at royna egnar veingir.

Tá tað er sagt, má eg leggja afturat, at Miðflokkurin metir, at Føroyar eiga at fáa eina fíggjarliga uppgerð við danir. Og vit meta at hendan uppgerð fer at vísa, at tað danir árliga veita Føroyum sum blokk er peningur, vit eiga.

Hvat heldur tú um farna valskeið, og hvat skal gerast øðrvísi komandi?

Svar:

Farna valskeið var ein katastrofa, fyrst av øllum tí at samgongan hevur latið staðið til. Vit hava knappliga 4000 óarbeiðsførar hendur, fleiri tóm flakavirki, stórt fiskatilfeingi, sum ikki kemur um føroyskar hendur, undirskot á fíggjarlógini 4. árið á rað, nettoskuld Føroya er økt við risaferð, kostnaðarstøðið er methøgt, bíðitíðir innan heilsuverkið eru ørandi, t.d. til sálarlækna hjá børnum- og vit kundu hildið á at tikið dømir um mál, samgongan burdi havt tikið sær av. Men landsstýrið hevur lítið og einki gjørt fyri at rætta skútuna.

Ein komandi samgonga má fyrst av øllum fara til arbeiðis! Og hon má hava hjartað við í politikki sínum, tvs. stevna móti tí, sum er best fyri hvønn einstakan føring!

Jenis av Rana, Valevni Miðfloksins til Løgtingsvalið 2011