Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvønn part velur tú?

Fyrsti spurningurin, sum ein nývaldur føroyskur fólkatingsmaður fær, er: Hvat forsætisráðharraevni stuðul tú?

Svarið er vanliga fullkomuliga greitt frammanundan, tí valevnini hava í valstriðnum greitt frá, hvørjum tey ætla sær at taka undir við. Hervið eru tey longu, áðrenn tey eru vald, partar av donskum innanríkispolitikki.

Hetta líkist ongum.

Tað vit føroyingar vilja, er at tað valevni, vit stuðla, virkar fyri okkum.

Við frammanundan at boða frá, at tikið verður undir øðrum av stríðandi pørtunum í donskum politikki, hevur okkara sendimaður blakað frá sær allar møguleikar fyri at seta okkara áhugamál fremst. Tað er nevnliga alkunnugt, at uttan mun til um stjórnin í Danmark er reyð ella blá, so er full semja millum allar danskar politiskar flokkar um, at teir skulu knúlva okkum niður.

Hetta er orsøkin til, at eg havi boðað frá, at eg, tá eg eri valdur inn á fólkating, svari við einum einfaldum mótspurningi.

Teir sum vilja stýra Danmarkar ríki, skulu nevnliga svara, um teir vilja geva okkum, sum eru í hesum ríki, høvi til sjálvi at velja eina ríkissamkomu, sum skal ráða yvir okkara viðurskiftum, soleiðis at tað eru vit og ikki útlendingar, sum avgera, hvat her skal fara fram.

Eingin danskur politikari hevur loyvi til at sýta okkum hetta ynski. Gera teir tað, fremja teir lógarbrot. Hetta hava teir alla orsøk til at royna at sleppa undan.

Nú hevur Føroya tjóð nóg leingi hopað undan at krevja okkara grundleggjandi rættindi vird.

Vit eru nøkur, sum ikki vilja lata okkum hetta lynda, og tí er tað, at vit hava gjørt uttanflokkalista til komandi fólkatingsval. Vit bjóða dønum av á teirra egna heimavølli. Vit ivast ikki í, at vit fara at vinna á teimum.

Til tann stóri dagur kemur, tá Føroya fólk talar, siga vit sum føroyski útisetin Sverri kongur: Alvæl ræður Harrin happi!

Zakarias Wang