Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør atkvøða fyri tjóðveldinum gevur flokkinum danskar pengar

Tey, ið atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum til fólkatingsvali, útloysa stuðul frá danska statinum til tann flokk, sum var stovnaður til at seta úrslitið av fólkaatkvøðuni í verk, og eitt av tí, vit tá vrakaðu, var at fáa stuðul úr Danmark, segði Zakarias Wang, uttanflokkavalevni á fólkatingsvalinum, m.a. Uttanflokkamaðurin var møttur á flokstinginum fyri at fáa Tjóðveldi at lata vera við at stilla upp, men hetta tók fundurin ikki undir við. Nú er so lagt upp til veljarafjøldina at velja millum danskar pengar og frælsi millum ríkispartarnar.

Framløga á eykaflokstingi Tjóðveldis 31. mai 2015

Sum tykkum kunnugt er Tjóðveldisflokkurin stovnaður í mai 1948. Fýra menn kallaðu saman til stovningarfundin: Dánjal Pauli Danielsen, Hanus við Høgadalsá, Erlendur Patursson og Jákup í Jákupsstovu. Jákup hevði verið tingmaður fyri Javnaðarflokkin, men varð ekskluderaður úr tí flokkinum, tá hann tók undir við, at úrslitið av fólkaatkvøðuni 14. september skuldi setast í verk og Føroyar tí loysa frá Danmark. 

Tjóðveldisflokkurin hevur frá fyrsta degi virkað fyri hesum endmáli, sum tíverri ikki er rokkið enn.

Tjóðveldisfólk hava havt eitt stútt stríð á mongum vígvøllum. Vit hava tikið lut í fakfelagsrørsluni. Vit hava havt umboð í kommunum og í løgtinginum. Vit hava verið umboðaði á fólkatingi. Undirtøka floksins hevur verið um ein fimting av fólkunum í landinum. 

Vit hava havt samstarv við aðrar flokkar. Okkurt hava vit fingið flutt, men sjálvt høvuðsmálið, loysing landsins, er gloppið okkum av hondum. 

Tað er umráðandi at kenna hin partin fyri at vinna á honum.

Av tí, sum hendi eftir fólkaatkvøðuna, kunnu vit síggja hvussu vit kunnu røkka okkara máli.

Tað fór danska stjórnin undir at loysa. Embætismenninir við sjálvum Hilbert á odda fyrireikaðu loysingina. Men í donsku stjórnini var ein Loki, sum hevði eitur í vápnunum í stríðnum móti okkum. Hesin maður, Thorkil Kristensen, segði beinanvegin eftir fólkaatkvøðuna, at hon ikki kundi brúkast til nakað sum helst, beint ímóti tí sum forsætisráðharrin segði. Hann kom at sita í stóli forsætisráðharrans nakrar avgerandi dagar, og fekk hann við lygnum forðað loysingini.

Hetta lærir okkum, at loysing er eitt mál sum verður avgjørt á stjórnarstigi. 

Skulu vit vinna okkara sólarklára rætt til at avgera okkara egnu viðurskifti, er tað tí politkk stjórnarinnar, sum vit skulu broyta. Hesin politikkur verður ásettur av tí meiriluta í fólkatinginum, sum heldur stjórnini uppi. Hvør politikkur, ið rekast skal, verður tí ásettur, tá ið fólkatingsval hevur verið, og talt verður upp, hvør ið hevur meiriluta. 

Viðhvørt verður sagt, at vit ikki skulu hava umboð á danatingi. Sagt verður, at tað høvdu íslendingar ikki, og hví skulu vit so hava tað. 

Hetta er fullkomuliga burturvið. Á tjóðfundi dana, har stjórnarskrá Danmarkar varð samtykt 5. juni 1849, sótu fimm umboð fyri Ísland, og teirra millum sjálvur Jón Sigurðsson. Teir høvdu frammanundan fingið stjórnina at góðkenna, at tað sum her var samtykt, skuldi leggjast fyri ein tjóðfund í Íslandi, og teir ansaðu eftir, at eingin broyting hendi hesum viðvíkjandi, og tí søgdu teir ikki eitt orð á øllum fundinum. 
Sum kunnugt varð íslendski tjóðfundurin síðan sendur til hús undir hóttandi donskum kanónum. Men sum tað sæst á blaðsíðu 668 í bókini um fólkaatkvøðuna, samtykti danska stjórnin á fundi tann 26. september 1849 at royna at bera so í bandi, at Ísland fekk umboðan á danatingi fyri á tann hátt at virka ímóti íslendska loysingarhuginum, og at tað sama skuldi gerast Føroyum viðvíkjandi. 

Hetta er tí endamálið við okkara umboðan á danatingi: at okkara umboðsmenn har skulu virka ímóti føroyska loysingarhuginum. So umráðandi var tað fyri donsku stjórnina at fáa nakrar føroyingar at átaka sær hetta skitna arbeiði, at teir sleptu tí høvuðsreglu, sum teir annars høvdu, at tey, sum valdu umboð, sjálvi skuldu gjalda kostnaðin av tí. Hetta vóru føroyingar spurdir um, men teir hildu ikki at umboðið var vert at gjalda fyri. Tá føroyingar ikki vildu gjalda, tók danska stjórnin um endan og rindaði allan kostnaðin av umboðnum. Teir vóru ikki so eymir, at teir spardu upp á agnið, sum kundi lokka føroyingar at gloypa húkinum.

Hetta gekk jú fínt, og í 1946 helt stjórnin, at hon skuldi lora upp aftur meir og bjóðaði okkum at samtykkja, ikki bert at vit skuldu hava umboð á danatingi, men at vit skuldu fáa eitt umboð afturat á fólkating. Hetta var ein partur av tí sonevnda stjórnaruppskotinum. Ein maður sá møguleika fyri at fáa henda feita bitan, og fór undir at royna at fáa stjórnaruppskotið samtykt fyri at sleppa inn á danating. Hesin var formaður Javnaðarfloksins, Petur Mohr Dam. Men nú ið Føroya fólk fekk møguleika fyri á fólkaatkvøðu at taka støðu til, um vit yvirhøvur skuldu hava umboðan á danatingi, søgdu vit nei. Tá var tað, at Thorkil Kristensen fekk tikið forsætisráðharran og hansara loysingarpolitikk av ræði og noyddi løgtingið til hús undir hóttandi donskum orrustuskipskanónum.

Tá fór danska stjórnin at seta partar av tí felda stjórnaruppskotið í gildi, og hvat var tað allarfyrsta teir gjørdu? Jú rætt gitt! Teir ásettu, at vit skuldu hava ein fólkatingsmann afturat, sum eisini skuldi lønast av danska statinum, hóast vit á fólkaatkvøðuni høvdu felt uppskotið um at fáa stuðul úr Danmark. Og hvør kom so í henda nýggja sessin? Jú, eingin annar enn Petur Mohr Dam, sum av øllum alvi stuðlaði kvettið hjá Thorkil Kristensen.

Spurningurin er so, um tað er møguligt hjá einum føroyskum fólkatingsumboði at gera annað enn tað, sum danska stjórnin í 1849 stakk út í kortið at hesi umboð skulu gera: virka fyri danska statinum ímóti loysingarhugi føroyinga? 

Mong eru tey, sum halda, at hetta ber ikki til, og siga, at tey hava ikki verið á fólkatingsvali og fara ongantíð á slík val. Hetta er væl skiljandi. Men siga øll hetta, so kann tað henda, sum fór fram í september 1953, tá fólkatingsval skuldi vera og bert tveir listar komu inn. Tá býttu javnaðarmenn og sambandsmenn á skinninum og fingu sær hvønn sín fólkatingsmann uttan yvirhøvur at hava val. Onnur halda tí at tey kunnu fara á val at velja onkran ikki-sambandsflokk. Sjálvur havi eg verið millum hesi, og havi viðhvørt havt ta gleði at sæð onkur av okkara koma inn.

Síðst gekk hetta ikki, men eg eins og nógv onnur vónaðu at tað mundi fara at javna seg á næsta vali. 

Men so síðsta vár las eg eina grein um fíggjarstøðu flokkanna. Har stóð, at tveir av okkara sjálvstýrisflokkum fingu fíggjarligan stuðul frá danska statinum fyri hvørja atkvøðu, teir fingu til fólkatingsval. 

Hetta vil siga, at eg við at atkvøða fyri Tjóðveldisflokkinum til fólkatingsval havi útloyst stuðul frá danska statinum til tann flokk, sum var stovnaður til at seta úrslitið av fólkaatkvøðuni í verk, og eitt av tí, vit tá høvdu vrakað, var at fáa stuðul úr Danmark. Tá eg í 1994 hevði verið uttanflokka valevni, hevði eg fingið bræv frá dønum um at eg kundi fáa stuðul av tí at eg hevði stillað upp til fólkatingsvalið. Eg gjørdi av at uppgeva kontunummar fyri at fáa at vita hvussu leikur fór, og pengarnir komu beinanvegin. 

- Árið eftir fekk eg at vita, at eg skuldu senda nýggja umsókn og greiða frá hvat fyri politiskt virksemi, eg hevði nýtt pengarnar til. Nú hevði eg fingið tað at vita, sum eg vildi hava greiðu á: Stuðulin kom ikki treytaleysur, men afturfyri skuldi skjólstøðingurin ella klienturin greiða frá um hann hevði gjørt danska statinum gagn fyri ta veiting teir høvdu givið honum. 

Tá gav eg peningastovninum boð um at senda stuðulin aftur, og fekk bræv um at teir tóku móti pengunum og skiltu at eg ikki vildi geva teimum nakra frágreiðing.

Seinni fekk eg at vita, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevði uppgivið nakað kontunummar ella søkt um at fáa stuðul, og tí kundi eg ekkaleysur greiða atkvøðu fyri flokkinum. Tað kom mær tí dátt við at lesa at tað í roknskapi floksins stendur, at flokkurin tekur við hesum stuðli.

Í fyrstuni helt eg, at eg bara kundi gera sum so mong og lata vera við at fara á fólkatingsval. So hjálpti eg ikki til at fáa henda danska stuðulin. Men hesin stuðul var jú bert tindurin av ísfjallinum. Hvat við tí løn, sum danski staturin letur til valdu fólkatingsmenninar fyri at fáa teir at virka ímóti føroysku loysingarrørsluni, soleiðis sum Rosenørn fekk samtykt í donsku stjórnini í september 1849? Er tað eisini í lagi at taka við hesum stuðli, tá Føroya fólk á fólkaatkvøðuni 14. september 1946 hevði samtykt at vraka danska tilboðið um at fáa stuðul?

Eg kom tí til, at tað bar ikki til hjá einum, sum vildi seta fólkaatkvøðuna í verk og flyta alt tað vald, danska stjórnin í løtuni hevur yvir okkum heim til okkara, at vera fólkaatkvøðuni ólýðin við at taka við danskari løn fyri at sita á fólkatingi, tíansheldur at flokkurin skal taka við donskum stuðli fyri hvørja atkvøðu.

Tað vísti seg, at eg var ikki einsamallur við hesi áskoðan, og tí gjørdu vit av, at vit gjørdu ein uttanflokkalista við tí endamáli, at fáa valt ein fólkatingsmann, sum ikki tók við danskari fólkatingsmannaløn ella donskum floksstuðli og sum skuldi virka fyri, at vit sjálvi skuldu gera av, hvat ið henda skuldi her hjá okkum.

Tað er fullprógvað, at tað er okkara sólarklári rættur at skipa fyri okkara egnu viðurskiftum. Sáttmáli okkara við Danmarkar ríki ásetur, at vit hava henda rætt. Tá teir í 1946 við sínum tilboði vildu fáa okkum til at geva øll okkara rættindi frá okkum, feldu vit hesa ráðagerð. Tað er tí ólógligt, at donsk orrustuskip sigla á okkara sjóøki nú í 2015 eins væl og í 1946. Tað er ólógligt, at ein danskur fúti ræður yvir løgreglu okkara. Tað er ólógligt, at danskir dómarar avgera hvat ið er rætt ella rangt okkara millum. Tað er somuleiðis ólógligt at danskur stuðul verður tveittur okkum fyri at tær multinationalu fyritøkurnar kunnu virka her uttan at gjalda skatt. Tað er sannliga ikki bert í Anitumálinum at hetta er hent og hendir.

Nú hava vit tveir fólkatingsmenn ið eru sína løn væl verdir fyri danska arbeiðsgevara sín. Meðan vit her av øllum alvi stríðast ímóti ES-boykotti, virka teir fyri at vit skulu fara upp í ES.

Hesir menn stilla nú uppaftur. Stóðu andstøðuflokkarnir saman, høvdu teir ikki havt ein kjans, og tað var júst fyri at fáa andstøðuna at standa saman, at vit gjørdu uttanflokkalistan. Við at leypa hetta fólkatingsvalið um ber til at nýta so mikið fleiri kreftir til løgtingsvalið, sum er fyri durum. 

Men skal eitt føroyskt umboð stuðla einari bláari ella reyðari stjórn?

Hetta er danskur politikkur. Okkara spurningurin er, hvønn føroyapolitikk stjórnin hevur. Higartil hevur eingin munur verið á bláum ella reyðum stjórnum í so máta, tær hava allar hildið upp á sín órætt og hava stýrt okkum ólógliga. Men tær hava eisini havt tað lætt, tí okkara krav er ikki reist í rættari tíð á røttum staði.

Tá ein stjórn er sett av tí at eingin meiriluti er ímóti henni, hevur hon undirtøku í fólkatinginum fyri sínum politikki, herundir sínum harraveldispolitikki. Fyri at tryggja, at eingin meiriluti er ímóti henni, verða allir fólkatingsmenn spurdir. Tá eg verði spurdur, fari eg at treyta mær, at tann stjórn, eg viðmæli, fer at síggja til, at vit fáa valt okkara egna tjóðfund, grundlógargevandi ríkissamkomu, og at vit fáa okkara egnu stjórn sum er javnbjóðis við ta donsku stjórnina. 

Sjálvandi er tað ikki serliga sannlíkt, at ein einsamallur fólkatingsmaður er avgerandi fyri at skipa stjórn. Tí er umráðandi, at tað ber til hjá mær at fáa í lag samstarv við aðrar fólkatingsmenn um hetta mál. Mest upplagt er at samstarva við hin føroyska fólkatingsmannin og teir báðar grønlendsku. Krav okkara um ein tjóðfund fyri ríki okkara fevnir jú eisini um Grønland, tí vit eru í sama ríki við tveimum londum og tveimum tungumálum. Ikki kann útililokast, at eitt slík samfelt krav frá fýra fólkatingsmonnum kann fáa okkurt forsætisráðharraevni til at hugsa at tað kanska ikki er vert at hóreiggja sær sum imperialistur.

Tann stjórn, sum tekur undir við hesum kravi, fær tí tann politikk at flyta øll málsøki, sum higartil hava verið hjá donskum myndugleikum, til okkara at stýra: hervald, løgregla, dómsvald. Sum royndirnar í 1946 vístu, er einki óført tá stjórnin hevur tikið avgerð um at reka tann rætta politikkin. Sjálvandi verður tað ikki gjørt eftir einum degi, men óneyðugt er at nýta nógvar dagar. 

Ein partur av sambandssáttmála okkara við Danmarkar ríki er at ríkini bæði ikki bert skulu hava sjálvstýri, men at tey skulu hava eins nógv vald í uttanríkispolitikki. Tað er rættiliga ósannlíkt at stjórnin vil ganga við til hetta, og tí er trúligt, at hon krevur at Danmark skal sleppa at loysa frá okkum. Hetta kunnu vit ikki hava nakað ímóti, tí tað var jú tað vit samtyktu 14. september 1946, og hetta er tað, sum grønlendingar ynskja fram um alt annað. Fíggjarliga uppgerðin verður løtt, tí tá danir loystu frá Íslandi gjørdu teir tann frymil, at henda loysing ikki skuldi vera vinningur fyri teir sjálvar, og tí kunnu vit gera ein semingsgrunn, sum ger at teir ikki hava vinning av at vit skiljast í sátt og semju.

Eitt annað mál er, sum kundi lætt munandi um skilnaðin. Tá vit skulu skipa okkum skulu vit taka støðu til um vit skulu hava ein forseta ella ein fúrsta. Velja vit at hava ein fúrsta, so hevði tað verið upplagt, at eins og Noreg í 1905 bjóðaði svenska kongshúsinum at koma við einum norskum kongsevni, so kunnu vit bjóða danska kongshúsinum at útvega okkum eitt fúrstaevni.

Tað er stórt spell, um møguleikar okkara fyri at gera nakað við hesi átrokandi mál gleppa okkum av hondum av tí at vit ikki kunnu semjast um uppstilling til eitt fólkatingsval. Eg havi ferð eftir ferð heitt á allar fimm sjálvstýrisflokkarnar um at gera eina felags uppstilling, men svarið hevur verið, at av tí at hinir flokkarnir stilla upp, noyðist eisini teirra flokkur at stilla upp. 

Nú skal eg so heita á tykkum um at umhugsa støðuna og gera av, um tit halda tað vera rætt at vit, sum eru so samd, skulu fara út í eitt valstríð, har vit berjast hvør móti øðrum og harvið minka óneyðuga um okkara møguleikar.

Mítt uppskot er, at eykafloksting Tjóðveldis, sum støðan nú hevur tikið seg upp, samtykkir ikki at stilla nøkur valevni upp til fólkatingsvalið 18. juni 2015. Víst verður á, at eitt týdningarmikið løgtingsval verður um stutta tíð, og at tað ræður um at standa stinnur til ta avbjóðing.  

Verður hetta samtykt, so standa allir veljarar floksins óbundnir á fólkatingsvalinum. Teir kunnu sjálvir avgera hvat ið teir halda vera rætt at gera, og eingin kann áleggja teimum at atkvøða á ávísan hátt. Atkvøða teir rætt og fáa uttanflokkaumboðið valt, er ið hvussu er tað vunnið, at eitt sambandsumboð minni er at stríðast ímóti føroysku loysingarrørsluni. Men gongur okkum eftir vild, er ikki ómøguligt, at vit mánadagin tann 14. september í ár, 2015, kunnu teljast millum tær tjóðir heimsins sum kunnu gerast limir í ST og hava olympiska viðurkenning.

------------

Uppskot frá Zakarias Wang, uttanflokkavalevni varð umformulerað til: 

Skal Tjoðveldi stilla upp til fólkatingsvalið. 40 atkvøddu: 35 ja, 2 nei, 3 blankt.

Hvør atkvøða fyri tjóðveldinum gevur sostatt danskar pengar til Tjóðveldi, meðan hvør atkvøða fyri Zakarias Wang, og uttanflokkalistan, er eitt krav um frælsi og javnstøðu millum ríkispartarnar.