Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør forðar Vestergaard?

Í samrøðuni sjónvarpið týskvøldið hevði við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Vestergaard, var ein sera áhugaverdur spurningur ikki settur.

Vestergard segði, at hann var fyri at gera eina lóg sum bannaði útlendingum at eiga nakað yvirhøvur í fiskivinnuni og alivinnuni. Hann upplýsti eisini, at hetta uppskot hansara ikki fekk nóg stóra undirtøku politiskt.

Men tíðindamaðurin spurdi ikki landsstýrismannin, hvørjir teir menn og flokkar eru, sum hava felt hetta uppskot.

Hetta hevði verið áhugavert hjá almenninginum at fáa at vita.

Zakarias Wang