Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør kann nokta einum Guðs vælsignilsi?

Tað er bara so langt úti, at tað finnast ikki orð fyri tí.

Tí tá Jesus verður spurdur um, hvat hægsta boð er, sigur hann, at tað er, at vit skulu elska Guð við øllum tí, ið vit eiga í okkum, men so leggur hann aftrat - í sama andadrátti -, at eitt boð er, sum er líka so høgt, og tað er, at vit skulu elska næstan, eins og vit elska okkum sjálvi.

Kirkjan hevur alla mína tíð vælsignað øll, sum hava gingið í kirkju. Hon hevur ongantíð lagt seg ímillum Guð og hin einstaka og harvið spælt Guð, og Guð spyr annars ongan, hvønn hann vælsignar innan ella uttan kirkjugátt. Hann vælsignar tey, ið biðja um tað, uttan fyrst at spyrja í fólkaflokkinum ella øðrum flokkum, Filadelfia ella øðrum samkomum.

Um kirkjur og samkomur skuldu sorterað syndararnar: horkallar, tjóvar, lygnarar, samkynd og onnur frá, áðrenn prestar og aðrir leiðarar lýsti vælsignilsi yvir fjøldina, so høvdu ógvuliga fá – um nakar yvirhøvur – verið eftir, ja, óiva høvdu eisini nakrir av leiðarunum verðið noyddir at smoygt sær útum.

Nei, kristindómurin bjóðar øllum til sín. Sorteringin hoyrir mammonistunum og vranglærarunum til, og av teimum eru mangir. Tilbiðjanin av Mammon er umfatandi og villleiðandi vranglæran tilsvarandi . At elska Guð, er vorðið til at elska Guð Mammon, og at elska næstan sum sjálvan seg, er vorðið til at elska seg sjálvan og seg sjálvan og seg sjálvan. Næstin má liggja, sum hann sjálvur hevur reitt, tað fer ongantíð verið mín trupulleiki.

Og Guðs vælsignilsi hoyrir mær og mínum til. Eg skal nokk forða fyri, at Guð oysir sítt vælsignilsi út yvir øll, tí so minkar tað í virði og einki verður eftir til okkum, ið dyrka Mammon við lív og sál.

Vil Guð ikki, so gera vit eina kanning á VP og avseta Hann, tí eingin er yvir ella við síðuna av okkum. 

Leingi livi Hin vælsignaði Mammon.

Dagfinnur Danbjørg.