Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvør skal kósin verða?

Í kringvarpinum týskvøldið var Kaj Leo Holm Johannesen at leggja sín politikk fram. Bilsin var eg, tá ið hann segði hvør ið kundi koma upp á tal at gerast løgmaður, um so var at hann ikki fekk sessin aftur, og at hann nevndi meg fyrst.

Hetta var óvæntað, men nú verði eg spurdur, hvat ið eg sigi til tað.

Eyðsæð er, at eingin orsøk er til at taka av uttan so at undirtøka fæst fyri tí politikki, sum flokkur mín og eg standa fyri.

Nýtt Sjálvstýri er farið til val uppá at vinna okkum alt tað sjálvstýri, sum vit hava rætt til.

Hvussu nógv hetta sjálvstýri fevnir um, er fullkomuliga greitt. Vit hava rætt til at avgera hvørjar lógir skulu galda hjá okkum. Vit hava rætt til at taka allar fyrisitingarligar avgerðir. Vit hava okkara egnu dómstólar, ja sjálvt hægstarætt.

At taka hetta stig er lógligt og tað skuldi verið gjørt fyri langari tíð síðani. Tað er jú eingin orsøk til at okkara løgregla ikki er í okkara hondum, ella at dómarar verða útnevndir av útlendingum.

Sum kunnugt krevur Nýtt Sjálvstýri, at okkara fólkatingsumboðan verður avtikin. Hetta er sjálvsagt, tí eins lítið og vit vilja hava at danir skulu blanda seg upp í okkara viðurskifti, skulu vit leggja upp í teirra. Tá lóggávuvaldið er okkara, er einfalt at taka tað stig at avtaka lógina um val av umboðum á danatingi. Henda lóg varð smoygd niður yvir okkum uttan okkara vitandi og vilja, og tað fyrsta vit gera er at siga, at hon ikki longur er til. Sama er jú við donsku stjórnarskránni, grundlógini, sum teir settu í gildi her uttan at vit fingu høvi til at taka støðu til um vit vildu hava hana. At gera okkara egnu stjórnarskrá tá vit hava fingið tað sjálvstýri, vit hava rætt til, er lætt gjørt. Upp undir fólkaatkvøðuna í 1946 skrivaði Sigurð Joensen eitt uppskot, og har er bert neyðugt við smærri tillagingum.

Nýtt Sjálvstýri er ein sosialliberalur flokkur. Tað at flokkurin er sosialur vil siga, at hann heldur, at vit øll skulu liva í hesum landi, eisini tey sum búleikast á teimum niðaru rókunum. Land okkara er ríkt. Liva nøkur í neyð, er orsøkin at býtið av ríkidøminum er ójavnt. Eyðsæð er, at tey á teimum niðaru rókunum lutfalsliga bera tær tyngstu byrðarnar. Skatturin vendir tann tunga endan niðureftir við einum ovurtungum inntøkuskatti og avgjøldum, sum vit sjáldan hugsa so nógv um, men sum eru ein størri partur av inntøkuni hjá teimum á niðaru rókunum.

Tað vit miða móti er at minka um tað ovurhonds skatta- og avgjaldstrýstið á teimum lægru inntøkunum.

Hvaðani skal tað almenna so fáa sínar inntøkur? Tað ræður jú um at fara eftir pengunum har teir eru, og ein og hvør veit, at tað eru tær útlendsku fyritøkurnar, sum sita á hesum inntøkum. Tí er tað har, herjast skal á, og talan er um ovurhonds upphæddir, sum als ikki gjalda skatt sum er. Eitt dømi sóu vit í fjør við garnabátinum Anitu. 

Skipið fiskaði í okkara sjógvi av føroyskari kvotu. Veiðan varð seld uttanlands, og roknskapurin vísti, at har var eingin inntøka, og tí eingin skattur. Tað sum hendi er vælkent í altjóða handli. Ein útlendsk fyritøka í einum tilafturskomnum landi setir seg á landsins tilfeingi og selur tað til undirprís til eina vinafyritøku í einum landi, har eingin inntøkuskattur er. Haðani verður vøran seld fyri ovurhøgan prís til endaliga keyparan í einum øðrum landi.

Øll sjálvstýrandi lond hava eyguni eftir slíkum ránsmannavirksemi. Men av tí at vit ikki hava fingið nóg nógv sjálvstýri er eingin vilji hjá myndugleikum okkara at støðga hesum óflýggjaskapi. Men her eru stórirt møguleikar fyri øktum skattainntøkum frá útlendskum fyritøkum, um so er at vit vilja fíggja skattalætta til lág- og miðalinntøkurnar.

Á jólafundinum 1888 settu vit okkum fyri at standa saman so vit kundu menna landið og gerast sjálvbjargin. Hetta hevur verið stavnhaldið hjá øllum flokkum her á landi, men tíverri hava útlendingar forðað okkum í at seta hesa ætlan í verk. Summi okkara, sum hava ráð at gjalda, hava hildið tað verið betri at fáa lægri skatt heldur enn at menna landið. Her er tørvur á eini hugburðsbroyting, soleiðis at vit spenna okkum út til at menna okkara vinnulív soleiðis at inntøkurnar vaksa so nógv at vit megna teimum krøvum til vísind og list, sum ein framkomin tjóð hevur.

Nýtt Sjálvstýri er ein liberalur flokkur. Í einum liberalum samfelag eru fyritøkurnar privatar, soleiðis at tað ber til at hava vinning um tær eru væl riknar, og taka avvleiðingarnar um fyritøkurnar ikki loysa seg.

Her er týdningarmikið at vit hava privatan ognarrætt til framleiðslufaktorarnar. Hetta verður gjørt tí tað er bert við privatum ognarrætti tað ber til at fáa framleiðararnar at spenna seg út í kappingini, soleiðis at vit sum samfelag fáa sum mest burturúr. Tað almenna hevur tað týdningarmikla lutverk at ansa eftir at kappingin er á jøvnum føti og annars leggja seg sum minst uppí.

Nú er greitt, at vit hava ikki staðið okkum nóg væl í hesi kapping. Tað sæst eina best av, at fólk í hópatali eru flutt av landinum tí tey ikki hava fingið høvi til at nýtt síni evni her heima hjá okkum. Summi hava roynt, men hava verið oyðiløgd av almennari uppílegging.

Eitt dømi er tann syndarliga støða sum vit hava við jarðarviðurskiftum okkara. Eingin framleiðsla kann fara fram uttan atgongd til jørð. Men hjá okkum er helvtin av allari jørðini ikki á privatum hondum, men er almenn. Vit hava nakrar skrivstovumenn sitandi í Havn, sum ráða yvir jørðini. Fyri bygdirnar er hetta oyðileggjandi, tí tann samvinna, sum kundi verið í bygdini, verður spilt av tí almennu uppíleggingini.

Tað sum verri er, er tað at øll henda jørð ikki kann nýtast til at reisa kapital til at fáa í verk nýggja fyritøkur. Hevur ein unglingur eitt gott hugskot sum kann nýtast til at seta á stovn eina fyritøku, roynist ofta soltið at venda sær til fremmand.

Vit føroyingar hava fyrimyndarligar unglingar. Teir luttaka í kappingum um bestu fyritøkur, vinna heiðursmerki – og so hendir einki meir! Almennir stovnar, bankar og stórar og ríkar fyritøkur halda avgjørt ikki nakra orsøk vera til at hjúkla um hesi ungfólk.

Men sama er skilið aðrastaðni við. Í ongum landi verða so nógvar fyritøkur settar á stovn sum í USA, og 70% av hesum fyritøkum verða fíggjaðar av tí at foreldur reisa penging við veð í ogn síni. Tað er hetta, sum ikki ber til hjá okkum av tí at tey túsundtals fólk, sum hava ta almennu jørðina í hondum, ikki kunnu hjálpa børnum sínum á tann mest effektiva hátt tá tørvur er á tí.

Hetta er eitt mál, sum er sera lætt at gera nakað við. Vit vita hvørjir traðarmenn og festarar eru. Tað sum krevst er, at politiska valdið heilt einfalt ger av at hjálpa teimum og børnum teirra við at síggja til, at teir fáa somu støðu sum okkara óðalsmenn hava. Hetta fer at loysa upp fyri skapandi orku, sum í løtuni liggur niðurbundin, og fer at vinna okkum sigurskrans.

Men er hetta ikki ogn Føroya fólks? Kann tað so gerast privat ogn?

Sjálvandi eru vit sum búgva í landinum í fela eigari av hvørjum bøkki. Men vit skilja at skulu vit lata nakrar skrivstovumenn leggja uppí og avgera um bøkkurin skal veltast, so verður einki skil í. Tí hava vit fyri okkara egna besta samtykt at hava privatan ognarrætt, sum undir almennum eftirliti best megnar at gagnnýta teir møguleikar, sum kunnu stinga seg upp.

Eitt annað, sum ger tað umráðandi hjá okkum at sleppa tí almenna ognarrættinum til jørðina er eisini, at um so er at vit verða hersett av útlendskum valdi, ber til hjá útlendingum at taka tað almennu jørðina, meðan fólkarætturin sigur, at teir ikki kunnu taka ognir frá privatum.

Hetta er sjálvandi ikki nakað, sum sær serliga sannlíkt út sum er, men vit skulu hava í huga, at okkara sambandsríki Danmørk eisini okkara vegna hevur lagt upp í eitt kríggj fyri og annað eftir. Einki er so lætt sum at fara í kríggj, men vansin er bara at tað er eingin sum veit hvusssu tey enda.

Sum er kunnu vit ið hvussu er siga, at danska uppíleggingin í londini í Miðeystri hevur verið við til at fingið so stórt óskil í har, at flóttafólk í hópatali koma til Europa, og longu hava røddir verið frammi um at vit skulu taka okkara part av hesum fólkum, sum flýggja av donskum ávum.

Danmark hevur als ikki loyvi til at fara í nakað av hesum kríggjum uttan okkar samtykki. Men so leingi, vit eru saman við teimum, kunnu vit ikki sleppa undan avleiðingunum, um so er at kríggið ikki gongur eftir vild, annaðhvørt talan er um at missa okkara jørð ella noyðast til at taka móti flóttafólki.

Hetta eru so nøkur av teimum málum, sum politisk semja skuldi verið um, fyri at eg hevði tikið við tí løgmanssessi, sum Kaj Leo helt at eg var tann mest upplagdi at fáa eftir hann! 

Zakarias Wang