Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvørjum veruleika livir løgmaður í?

Løgmaður hevur gjøgnum skattareformin tikið pengar frá kommununum at brúka til skattalætta hjá teimum vælbjargaðu – og nú krevur hann, at kommunurnar skulu lækka tænastustøðið fyri at spara, so tær fáa ráð til at veita teimum lágløntu skattalætta.

Í kjaki um dagarnar sigur løgmaður Kaj Leo Johannesen, at “kommunuskatturin nú er størri enn landsskatturin, lægru inntøkurnar verða sera hart skattaðar í kommunuskattinum, og ikki í landsskattinum”, og leggur aftrat, at “tey, sum forvinna 200 túsund +, gjalda umleið 90 % av øllum landsskattinum, sum vit fáa inn. So nú eiga kommunurnar tørn at lætta meira um hjá lágløntum.”

“Meira láglønt hava eftir, størri er vælferðin hjá teimum. Inntøkubýtið millum land og kommunur er farið heilt av sporinum, tað veit eg sum fyrrverandi kommunupolitikari í Havn”, sigur løgmaður, sum leggur aftrat, at “kommunurnar hava ikki nógv at gjalda í mun til landið!”

Viðhvørt ivast ein í, hvørjum landi løgmaður býr í. Vanligt er at brúka landsskattin at javna við. Men tað virkar ikki soleiðis, at tað almenna fyrst minkar íløgurnar til vælferð, fyri síðan at spæla bóltin yvir til kommunurnar, sum skulu gera tað sama. Ti so verður als ongin vælferð. Sitandi samgonga hevur heldur ikki lætt um hjá lágløntum. Yvirhøvur ikki. Samgongan hevur givið teimum vælløntu 300 miljónir í skattalætta í landsskattinum. Og fyri at fíggja tað hevur hon tikið allar framtíðar pensiónsskattainntøkurnar frá kommununum. Kommunurnar fingu 40% av pensjónsskattinum frammanundan, nú fáa tær null.

Løgmaður tykist heldur onki at hava lært av at vera kommunalpolitikkari í Tórshavn. Í øllum førum fylgir hann ikki við í, hvat hendir í hansara egna býi. Við seinast samtyktu fíggjarlógini hjá Tórshavnar kommunu hava øll fingið eina beinleiðis lækking í skattaprosentinum uppá hálvt prosent og eina hækking av barnafrádráttinum uppá 45%. Landið gav teimum vælbjargaðu skattalætta, men Tórshavnar kommuna hevur givið øllum lægri skatt og barnafamiljurnar hava fingið ein munandi størri bata. Samstundis hevur kommunan bæði hækkað systkinafrádráttin og lækkað dagstovnagjaldið.

Lækkingin av skattinum kemur øllum borgarum til góða, meðan hækkingin í barnafrádráttinum kemur teimum hart trongdu barnafamiljunum til góða. Hetta verður gjørt fyri at lætta um gerandisdagin hjá støkum uppihaldarum og barnafamiljum.

Kanska kundi løgmaður sagt borgarunum í høvuðsstaðnum, hvørjar tænastur kommunurnar skulu avtaka, fyri at lækka skattin enn meira, tí lágløntu barnafamiljurnar í Havn stríðast enn við avleiðingarnar av skattaævintýri landstýrisins, sum bara tænti teimum vælløntu. Okkara rakstrarútreiðslur í ár økjast við 7 mill. kr. Tað svarar til eina hækking á 1,3%. Men brúkaraprístalið er frá 2. ársfjórðingi 2011 til 2. ársfjórðing í 2012 hækkað úr 118,4 til 121. Hetta er ein vøkstur á 2,2%. Hetta merkir, at kostnaðarstøðið er hækkað væl meira enn vøksturin í rakstrarútreiðslunum.

Gløggi lesarin sær beinanvegin, at flestu tænastur kommunan veitir eru fyrimynarligar fyri tey lágløntu og barnafamiljurnar. So hvar skulu vit skerja? Skulu vit avtaka ókeypis Bussleiðina? Skulu vit hækka dagstovnagjøldini? Lækka systkina- og barnafrádráttin aftur og avtaka góðar og bíligar vælferðartænastur sum svimjing og kvøldskúla? Hvørjar tænastur skulu vit skerja, fyri at fáa ráð til at lækka skattaprosentið?

Vit kundu eisini spurt løgmann, um vit skulu stongja Tilhaldið - eina útreiðslu, sum landsstýrið yvir nátt turkaði yvir á kommununa – ella bókasøvnini, nú landið rindar minni enn helmingin av upphæddini, tað sambært lóg eigur at gjalda?

Meðan landsstýrið lækkar landskattin við at taka framtíðar inntøkur frá kommununum til at geva teimum vælbjargaðu, so royna kommunurnar av øllum alvi at halda tænastustøðið til allar borgarar og dugna teimum gjøgnum frádráttir og tær skipanir, vit hava ávirkan á. Landsstýrið hugsar ikki um, hvussu vit skulu fíggja okkara vælferðartænastur, tá landið tekur inntøkurnar frá okkum uttan yvirhøvur at samskifta við kommunurnar um eina meira rættvísa loysn, ístaðin fyri flatskattin til tey vælløntu.

Kommunurnar kundu sloppið at varðveitt pensjónsskatttin og opið og erligt gjørt eina avtalu um t.d. at hækka botnfrádráttin í kommunuskattinum, tí tá hevði broytingin havt røttu avleiðingarnar fyri tey lágløntu eisini.

Heðin Mortensen

borgarstjóri