Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu endaði skeggið hjá Niels Midjord í pútuni hjá Nils Malmros?

Tá Nils Malmros var í Føroyum fyri 21 árum síðani fyri at gera filmin Barbara, lótu nógvir menn í Føroyum skegg og hár vaksa, so teir kundu vera við í filminum, sum statistar. Tá filmurin varð liðugur, varð hárið klipt og skeggið rakað av. 

Tíðindaskriv:

Listakvinnan Astrid Andreasen - ið eisini var statistur í filminum - fekk tað hugskot, at brúka skegg og hár til eitthvørt. Hoyr her í videoklippinum, hvat tað gekk út uppá. 
 
Heiðursframsýning fyri Astrid Andreasen
Astrid Andreasen, listakvinna, fyllir 70 ár 31. juli 2018.
Í hesum sambandi verður stór heiðursframsýning í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018. 
Stigtakarar og samskiparar til framsýningina eru Jórunn Dánialsdóttir og Jóan Pauli Poulsen.

Astrid er føroysk listakvinna, ið er fødd og uppvaksin í Vestmanna. Hon hevur arbeitt og arbeiðir við list í breiðum týdningi. Hon hevur gjørt eina røð av listaverkum og hennara list prýðir nógvar stovnar og fyritøkur í Føroyum. Eisini hevur hon gjørt nógv frímerkir og nógvar tekningar av livandi verum, sum finnast í Føroyum, fuglar, fiskar, tara osfr. Sí ein lista yvir hennara listaverk her: http://www.mynd.fo/astrid-andreasen.html

Astrid arbeiðir við 
Tekstil - herundir áseyming, binding, hekling, baldýring, veving
Vatnlitum/akryl
Blýantstekningum - herundir vísindaligum illustratiónum
Metal
Klip
Steinprent
 
Verið vælkomin til framsýningina í Müllers Pakkhúsi frá 4. august – 19. august 2018. Tað verður bæði ein heiðursframsýning og ein framsýning við listaverkum hjá Astrid Andreasen, sum verða til sølu. 

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=WARoMYofDUQ]