Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu eru lokalu umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum?

Dan Klein --- 20.04.2017 - 09:15

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar mánadagin 24. apríl fyri tiltaki fyri allar kommunur í landinum, har sjóneykan verður sett á lokalu umstøðurnar at reka vinnu í Føroyum.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fyrr í ár spurt limafyritøkurnar, hvussu lokalu umstøðurnar eru at reka vinnu, har tær eru staðsettar. Ein stórur partur av lokalu kørmunum eru ábyrgd hjá kommununum, og Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur tí bjóðað umboðum fyri øllum kommunum til eitt tiltak, har úrslitini frá kanningini verða løgd fram. Eisini fer Rógvi Róin, stjóri í P/F Petur Larsen, at leggja fram um týdningin av lokalu kørmunum og Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, fer at greiða frá hvussu Klaksvíkar kommuna arbeiðir við vinnumenning.

Í grannalondunum Noreg, Svøríki og Danmark verða kanningar av lokalu umstøðunum gjørdar á hvørjum ári, men í Føroyum er tað fyrstu ferð, at ein slík kanning er gjørd.
 
Tiltakið byrjar mánadagin 24. apríl kl. 9.30 á Hotel Føroyum og er ókeypis. Tó er neyðugt at melda til tiltakið í seinasta lagi fríggjadagin 21. apríl kl. 12.00 við at senda ein teldupost til industry@industry.fo ella við at ringja á 309900. Hvør kommuna kann í mesta lagi melda 3 umboð til tiltakið.