Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu “býttur” kann ein klókur maður verða?

Tað er ikki fyrstu ferð, at Observer, huldumaðurin á Vágaportalinum, ikki torir at seta sítt kristna navn undir, nú hann enn einaferð avnoktar veruleikan.

At føra fram, at einki nýtt var í sendingini um tollmálið í KVF mánakvøldið, sum huldumaðurin umrøður, tað er beinleiðis ósatt. Ferð eftir ferð vórðu skjøl løgd fram, ið heilt greit vísa, at tað sum varð ført fram á tíðindafundinum 17. januar í Miðlahúsinum, vóru beinleiðis ósannindir. Tað var yvirhøvur ikki samsvar ímillum tað, sum Christian Andreasen advokatur og klientur hansara førdu fram í "verjurøðuni", og tað sum veruliga fór fram.

Skjal omaná skjal varð lagt fram, sum vísti, at klienturin hjá Christiani Andreasen segði beinleiðis ósatt. Fundurin í Miðlahúsinum var ein glantrileikur, har fjølmiðlarnir frá advokatinum fingu fleiri hundrað skjøl tveitt í kneppið, soleiðis at tað var ógjørligt hjá nøkrum at gera nakrar viðmerkingar út frá teimum skjølunum á tí fundinum. Og tað var helst eisini meiningin við tí heila.

Nú er vent í holuni, tí síðani hava verið stundir at nærlesa skjølini, ið Christian Andreasen so smart hevði tveitt fjølmiðlafólkunum, beint áðrenn tíðindafundin í januar. Eisini tey, sum Christian Andreasen ikki hevði tikið við, tí hann metti tey at vera "irrelevant" í sambandi við málið.

At so Jógvan Sundstein, fyrrverandi formaður Fólkafloksins, sum fíggjarmálaráðharri av sínum eintingum tók sakina í egnar hendur politiskt, eins og hann hevði bølt oman á sakini, tað vísir bara, hvussu álvarsligt hetta málið var fyri Fólkaflokkin. Og sjálvt um stjórin í Føroya Gjaldstovu í trúnaði sendi skriv út í Fíggjarmálastýrið, har hann minnir stjóran á Toll og Skatt á, at hetta málið kann fáa álvarsliga fylgjur, so tók táverandi fíggjarmálaráðharri Jógvan Sundstein sær persónliga av málinum hjá einum floksfelaga. Hetta er bæði moralskt og rættarliga langt úti.

Tað vil í stuttum siga, at sami Jógvan Sundstein setti táverandi stjóran í Toll og Skatt í eina óvirðiliga støðu. Eina støðu, har sjálv umsitingin á Toll og Skatt eftir politiskum trýsti frá Jógvani Sundstein aftaná roynir at leggja lok á málið.

Tað sæst eina best í notatinum frá Toll og Skatt til Dánjal Højgaard, journalist, har beinleiðis tápuligar og ósannar grundgevingar verða nýttar til at nokta journalistinum innlit í málið.

Tá Finnbogi Ísakson gjørdist fíggjarmálaráðharri eftir Jógvan Sundstein, dugdi hann beinavegin at síggja, at her var bæði politikkur og ein farri av korrupsjón málinum. Tí lat hann umsitingini málið, sum Jógvan Sundstein tá hevði bølt omaná í fleiri ár.

Eingin ivi er um, at hevði Jógvan Sundstein fingið sín vilja, so var hetta málið politiskt avgjørt, eins og tað ongantíð var komið aftur í ljósmála.

Hetta er beinleiðis í andsøgn við málið hjá Svend Aage Ellefsen, ið varð noyddur at gjalda sína skuld til landskassan, áðrenn hann varð kosin landsstýrismaður. Havi altið havt stóra virðing fyri Jógvani Sundstein, men hansara leiklutur í hesum málið gevur mær eina heilt aðra fatan av honum sum politikara.

So kann ein spyrja, hvussu "býttan" ein klókur maður kann gera seg. Tá hesin persónur hvønn mánaða í fleiri ár hevði fingið óteljandi skriv frá Toll og Skatt um, at tollskuldin var alsamt hækkandi. Og harafturat gjørdi Toll og Skatt vart við seg, tá tollskuldin var komin uppá 3,2 milliónir (eg havi persónliga sæð tað skjalið, tó ikki í mínum fyrrverandi starvið sum tollari). Samstundis var hesin sami borgari greiður yvir, at hann hevði ein tollkreditt, ið tók hædd fyrri innflutningi av vørum, sum segði 25 prosent av 400.000 krónum. Men lógin um tollkreditt segði eisini, at tá 10 dagar vóru farnir aftaná hvønn fullan mánaða, skuldi vøran tollavgreiðast.

At Toll og Skatt harafturat eingi skjøl yvirhøvur fekk frá hesum stjóranum, soleiðis at fraktsendingarnar ótollaðar og uttan hóvasták bert vóru tiknar út av lagrinum hjá Skipafelagnum í áravís, samstundis sum mvg-inntøkurnar ongantíð komu úr aftur kassanum, tað ber brá av eini óhugnaligari arrogansu og moralskum máttloysi. Her hava vit við ein borgara at gera, sum hevjar seg yvir landsins lógir, og sum hóast óteljandi skrivligar áheitanir frá Toll og Skatt-stovuni, sum høvdu fingið ein og hvønn annan borgara upp úr stólinum, ikki lætst um vón.

Ein kann ikki siga, at hesin borgarin er nøkur drumba, tí í dag situr hann sum fíggjarmálaráðharri Føroya, har hann umsitur tollmál.

Frank Davidsen

Sørvági