Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu leingið skal verkafjøldin bløða!

Tað vóru ikki góð tíðindir, tá ið seinasta royndin at lofta Faroe Seafood er miseydnað, og 800 fólk hjá Faroe Seafood mistu arbeiði hetta var til jóltíðir í 2010.

Landið hevur til uppgávu, at stuðla undir soleiðis at gongd kemur á aftur, at fiskavirkini kunnu øll opnað aftur og at hesi øll verkafólkini kunnu fáa arbeiði aftur sum skjótast. Tórshavnar kommuna keypti virki, men enn er ikki komið gongd aftur á flakavirki í Havn og tað eru framvegis fleiri sum eru arbeiðsleys. Kommunan hevur so ikki loyvið, at reka tað.

Tað nýttar lítið at siga og skylda uppá nakað, tí støðan er tann hesi uml 200 verkafólkini sum vóru tilknýtt at virkinum í Havn, hava mist sítt livibreyð og nógv eru framvegis í djúpastu kreppu. Síðani í 2010, er útgjaldið frá ALS esini minkað nógv. Eg kenni fleiri, sum vóru tilkýtt at Bacalao í Havn og nú eru skjótt jól aftur fyri 2 ferð síðan 2010 og framvegis er virki í Havn stongd.

Fakta er, at hesu verkafólk, hava framvegis lítið og einki at keypa fyri, nú jólini eru aftur fyri framman og hetta er bert byrjanin á marruni hjá teimun, sum framvegis standa uttan arbeiði.

Her má samgongan og serliga Javnaðarflokkurin vísa sína styrkju, sum tann verkaflokkur sum hann sigur seg vera og royna at hjálpa til alt tað sum teir kunna, fyri at fáa gongd á høvðusvinnuna hjá okkum og bjarga hesari stóru verkafjøld og teirra arbeiðsplaáss ikki bara í Havn, men um alt landið. Tíbetur eru sólskinsøgur á Tvøroyri í dag og tað er at fegnast um.

Hetta er samstundis ein áheitan til allar politikarar um at stuðla undir og vísa sína styrkju og taka tær røttu avgerðir soleiðis at alt samfelagið ikki stegðar upp, tí vit hava so sannliga brúk fyri verkafjøldini.

Tað er fínt at Arbeiðsloysisskipanin, kann framvegis geva stuðul og hevur framvegis ráð at gjalda pening til hesa stakkals verkafjøld. Men spurningurin er framvegis hvussu leingi heldur tað?

Við hetta lag í okkara samfelag, verður kassin hjá ALS skjótt tómur, um hann ikki er tað longu nú og tá er lítið vunnið og fær tað stórar fylgjur fyri okkum øll.

Tí er mín áheitan til samgonguna og Javnaðarflokkin at vísa, at teir eru ein verkamannaflokkur og fáa gongd á aftur sum skjótast. Sama er galdandi fyri alla hinar flokkarnar í samgongu og anstøðu.

Tað kann fáa stórar fylgjur fyri samfelagið sum bløðir fíggjarliga frammanundan, um ikki tiltøk vera sett í verk beinavegin við at opnað øll hesu flakavirkir aftur. Tað eru nú 2 ár gingin og enn eru fleri virkir ikki latin upp aftur. Okkurt má kunna vera gjørt. At býta makrelin út til “ venner og bekendte “ gekk jú, so fínt. So her skuldi ligið væl fyri.

So mín áheitan er, at samgongan og anstøðan standu nú saman og stuðla undir, at gongd kemur á aftur hesi fiskavirkir. Eg kenni nógv verkafólk í Havn, sum tó síggja fram til og vóna at eitt nú Bacalao letur upp aftur.

Levi Mørk býráðslimur fyri

Javnaðarflokkin í Tórshavn