Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu verja vit børnini í Føroyum?

Hetta er spurningur á Rás 2 í dag. Hetta er kanska ikki so løgin spurningur at stilla. Tað løgna er harafturímóti, at Óli Breckmann skal leiða sendingina, tí hann er m.a. kendur fyri - til síðsta mann - at stuðla Apartheid, ið kostaði so mongum ósekum - bæði børnum og vaksnum – lívið. Somuleiðis í Kili, har Salvador Allende varð valdur og stýrdi landinum til Ólasa vinir, noyddi hann í deyðan, píndu, drupu og fongslaðu vaksin og børn, ið ikki høvdu rætta litin. Hvussu kann Óli geva seg út fyri ein, ið verjir børn nakrastaðni yvirhøvur við tí fúlu søgu hann hevur um hálsin?

Annars er fólkaflokkurin ikki kendur fyri at vera barnanna vinur og verji – hvørki nú ella tá Óli var við í flokkinum, tí flokkurin og Óli hava - hóast alt - verið hvør sítt kalibur. Fyrr var illa.

Eg kundi annars grátið yvir, at arvasilvur javnaðarfloksins sum m.a. pápi mín nýtti so nógva orku upp á at fáa til spjótspíss í arbeiðara, fiskimanna og lønmótakara stríðnum fyri betri korum og fyri frælsi, javnaða og brøðalag, nú er vorðið lortareinsari hjá Óla Breckmann. Andstyggiligt.

Dagfinnur Danbjørg.