Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Hvussu við kvotuni á Flemish Cap?

“Tað er ikki meira enn rímuligt, at línuskip, sum í nógv Harrans ár vóru á Flemish Cap, fáa kvotuna har yviri, nú og nøkur ár fram”. Tað sigur Edva Jacobsen, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Á tingfundinum, mikudagin 27. november 13, fer løgtingskvinnan úr Fuglafirði at seta Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, ein munnligan fyrispurning um framtíðar veiðimøguleikarnar á Flemish Cap.

Edva vil hava at vita, um línuskipini fáa kvotuna fyri komandi ár, og nær roknast kann við at vissa fæst fyri hesi kvotu. Eisini vil hon hava at vita, um møguleikarnar eru fyri at fáa kvotu í framtíðini.

Línuskipini eru tey, sum í nógv ár vóru á Flemish Cap, og er tað tí sera náttúrligt, at hesin skipabólkur hevur hesi rættindi. Til stóra gleði var nógv at fáa í ár, men frástøðan til fiskileið kann gera tað trupult at verða á feskfiskaveiðu hjá hesum flota.

Um eigarar av skipum vilja gera íløgur í m.a. frystilínuskip, so er týdningarmikið at vita, hvørt tað verður kvota nøkur ár fram.