Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í dag koma tjaldararnir

Fyri nökur av teimum spentastu byrjar G! Festivalurin longu í dag kl 16.

Tí tá letur tjaldingarökið upp. Í tí sambandinum kemur ein ordans innrás av grömmum og glaðum tjaldarum til Götu. Seinastu árini hava tað savnast yvir 1.000 tjaldarar út á seinnapartin inntil dyrnar til tjaldingarökið vera latnar. Í ár letur upp kl 16.00 (ikki kl 18 sum seinasta ár). Tað er ein ögiligur gravgangur og kapprenning um at fáa bestu plássini at seta tjöldini á.

Tey sum vilja býta atgongumerkir um við armbond, áðrenn tey leggja leiðina til tjaldingarökið kunnu leita sær inn í SMS í Havn ella Töting í Syðrugötu, at býta atgongumerki um við armband. Til ber eisini at fáa armbandið á tá komið verður á staðið í dag.** Viðhefta myndin er frá seinasta ár tá dyrnar júst eru latnar upp og tjaldararnir tysja um kapp inn á ökið at finna sær tey bestu plássini.

Í morgin, hósdag, byrjar so sjálvur festivalurin formliga.

Eitt video frá somu hending sæst her: https://www.facebook.com/photo.php?v=10151786309076779&set=vb.119006594776925&type=3&theater