Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í dag sjósetur G! Festival nýggja heimasíðu

Umframt at vera almenni upplýsingar- og tíðindadepilin hjá G!, so er eitt endamál við síðuni eisini at kunna um onnur tiltøk, sum G! framleiðir ella onkursvegna er við í, ígjøgnum árið og harafturat skal síðan nýtast til at sjónliggera føroyska list og mentan í altjóða høpi, sigur Fred Ruddick, listarligur leiðari á G!

Okkara heimasíða verður vitjað av fólkum allastaðni kring knøttin og gevur eitt serstakt innlit í fólkið og mentanina her á landi. Tískil vilja vit gjarna nýta síðuna til at fortelja bestu søgurnar sum viðvíkja mentan og list úr Føroyum.

Reint grafiskt vilja vit gjarna verið við til at fevna um okkara bestu myndlistafólk og vera við at menna skjótt vaksandi talið av talgildum listarfólkum og nýggjari miðlum úr Føroyum. Vit byrja við Heidi Andreassen, sum hevur staðið fyri sniðgevingini av nýggju síðuni.

Heidi Andreassen varð fyrst kend sum okkara kanska fremsta ítróttarfólk nakrantíð, men byrjaði av álvara at arbeiða við list í 2008, eftir at ein álvarsligur skaði gjørdi, at hon mátti gevast við ítróttinum. Hon tók útbúgvingina “BA Graphic Design” á C.S.M. Univeristy of the Arts í London. Tað er serliga evnið organiskt vs. tøknifrøði, sum hugtekur Heidi nógv. At sameina talgilda tøkni og hondgjørda list, er eitt afturvendandi evni í arbeiði hennara.

Helgi Øster Petersen hevur forritað nýggju síðuna, sum also verður almenn á www.gfestival.fo fríggjadagin 26. februar.