Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

22. februar er føðingardagur Lord og Lady Baden-Powell

Í dag verður Havnin fylt við smílandi úlvum, títtlingum og skótum!


Í dag, 22. februar, skipar Skótalið KFUM’S, í samstarvi við Skótafylki Sigmundar Brestisson og Havnar KFUK skótum, fyri stórum skótadegi í Havn. Hetta verður sum í gomlum døgum, tá skótarnir hittust á Vaglinum. 

 Tað er ikki av ongum, at skótarnir hava valt akkurát hendan dagin. 22. februar er føðingardagur Lord og Lady Baden-Powell, ið stovnaðu skótarørsluna. Hesin dagur verður kallaður Hugsunardagur, tí hendan dag skipa skótar allastaðni kring heimin fyri tiltøkum og ymsar verkætlanir varpa ljós á skótar og skótaarbeiði.

Í summum londum er ikki heilt óvanligt at síggja skótar í skúla og til arbeiðis í skótabúna ella skótaturriklæði júst hendan dag.
Í Tórshavn og ymsastaðni í Føroyum hevur tað verið vanligt at skótarnir hava bjóðað til skótaguðstænastur, har tað síðsta brævið, Baden-Powell skrivaði til heimsins skótar, verið lisið upp.

Í ár fellur dagurin á ein leygardag, og í dag verður Havnin fylt av smílandi úlvum, títtlingum og skótum!
Hetta er skráin fyri dagin:

14:00 Møta á vaglinum og deila upp í bólkar

14:30 Hugsunardagurin verður settur av Heðini Mortensen, borgarstjóra

14:45 Postarrenning

17:00 Legubál uppi á KFUK trøðni

18:00 Kirkjugongd í Havnar Kirkju

19:00 Døgurðabiti og aftaná leiðarahugni.


Vónandi vísa øll børnunum vælvild meðan tey renna og uppliva Havnina uppá sítt besta.
gjørt verður vart við, at hesa løtuna er parkering bannað millum Ráðhúsið og Býráðssalin.

Kirkjugongdin í Havnar Kirkju er almenn og eru øll hjartaliga vælkomin.