Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í Føroyum skal løgreglan kanna seg sjálva

Í Danmark skal tað ikki longur verða loyvt, at løgreglan skal kanna seg sjálva, men í Føroyum vil danska løgreglan sleppa at kanna seg sjálva, sambært Karen Marie Olesen, fúta.

Tað er ótrúligt um føroyskir myndugleikar góðtaka, at danska løgreglan í Føroyum er leys av mannagongdum í hinum partinum av ríkinum, tá tað er ringt nokk, sum er, at ríkislógartilmælir liggja í rúgvuvís í skuffum í Tinganesi, sum ikki verða sett at galda fyri Føroyar, og harvið eru føroyingar ikki javnstillaðir við aðrar partar av ríkinum.

Føroyingar vita, at heldur einki skott er, so onki eftirlit er við rættarskipanini, sum virkar í Føroyum. Hetta ger, at føroyingar heldur ikki kunnu nýta væl av at vera partur av mannarættindakonventiónini. Í Føroyum skugga danskar nationalar lógir fyri altjóða mannarættindaprinsippum.

Føroyska pressan í Føroyum er undir støðugum trýsti, og kemur mótmæli ikki frá fólkinum, so fáa taliban-tilstandir fastar røtur í føroyska samfelagnum, og tað er tað nógv, sum  bendir á, at bæðir danskir myndugleikar, og ávísir føroyingar ynskja.

Øll minnast politistarnar, sum vóru kannaðir av sínum egnu fyri harðskap á summarfestivalinum. Fleiri dømir eru um, at løgreglan plantar følsk prógv fyri at fáa ósek dømd, og prinsippir í rættargangslógini eru ikki galdandi líka fyri øll. Og nú vil so løgreglan sleppa at halda áfram at kanna seg sjálva, meðan hin parturin av ríkinum krevur broytingar.

Tað er stór vanærislig skomm at viðurkenna, men føroyingar vildu verið nógv tryggari við einari amtslíknandi støðu, tí so er vissa fyri, at er ein lóg galdandi í einum parti av ríkinum, so er hon eisini galdandi fyri ein annan part.