Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í gjár fór Vísindavøkan 2017 á ferð

Lagt varð út í Marghøllini í Sørvágs Skúla kl. 19.30 í kvøld. Bjarni á Steig, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum heldur fyrilestur við heitinum "Cannabis sum heilivágur".

Tað verða í alt 54 fyrilestrar í tíðarskeiðnum 13. – 28. september. 5 fyrilestrar vera í Norðoyggjum, 14 í Eysturoynni, 9 í Norðurstreymoy, 19 í Tórshavn, 4 í Vágoy og 3 í Suðuroy. 

Flestu av fyrilestrunum eru almennir, men summir eru skipaðir á arbeiðsplássum ella skúlum fyri fólkunum har. Spyr teg fyri, um tað er møguligt at sleppa at lurta, um tað er onkur av hesum fyrilestrunum, sum hevur tín serliga áhuga.

Skráin fyri Vísindavøkuna á ferð sæst her: http://www.gransking.fo/media/2787/v%C3%ADsindav%C3%B8kan-%C3%A1-fer%C3%B0-2017.pdf  

Lýst verður eisini við fyrilestrunum á Facebook síðuni hjá Granskingarráðnum. Einstøku fyriskipararnir lýsa eisini við fyrilestrunum.  

Sjálv Vísindavøkan verður í Tórshavn fríggjadagin 29. september frá kl. 8.00 til kl. 18.00.