Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í gongd við byggiøki og fótbóltsvøll í Hoyvík

Seint seinnapartin í gjár vórðu sáttmálarnir um nýggja fótbóltsvøllin í Hoyvík og útstykkingina Oman Gil undirskrivaðir. Arbeiðið byrjar um 1. mai, tá farið verður at grava oman av har, sum vøllurin skal vera, síðan verður farið at sprongja og grótið verður nýtt til ífyllu til útstykkingina Oman Gil. 

Sambært ætlanini verður útstykkingin byggibúgvin um 1. november í ár. 24 grundstykki eru á økinum og væntað verður, at endaligu skeytini kunnu avgreiðast um ársskiftið. Stykkini verða gjørd púra byggiklár.

Grundstykkini eru í miðal 325 fermetrar til støddar og liggja oman fyri húsini millum Gilja. Atkomuvegur verður gjørdur soleiðis, at oman Gil er knýtt at nýggja innkomuvegnum til høvuðsstaðin. Oman Gil verður skipað við fríøki og felags parkeringsøki.

Tað er felagið J & K Petersen, sum stendur fyri arbeiðnum. Á myndini sæst borgarstjórin Heðin Mortensen saman við Stein Olvi Petersen, stjóri í J & K Petersen, og Tróndi Sigurdssyni, formanni í byggi- og býarskipanarnevnd Tórshavnar kommunu.