Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í hølunum á besta sniðinum

Í gjár endaði stóra norðurlendska kappingin Blue Fashion Challenge í Østrøm, vónandi geva tit okkum rúm fyri hesum tíðindaskrivi í tykkara miðlum.  Tit eru sjálvandi vælkomin framvið.

Besta sniðið varð funnið í gjár
 
Blue Fashion Challenge endaði við eini stórari almennari mótasýning í Østrøm, har vinnarin varð avdúkaður.
 
Síðan mikumorgunin hava 11 norðurlendskir sniðgevar kappast um at gera nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópaskinni og skræðu. Kappingin endar kl. 16 í dag, og kl. 17 verða úrslitini víst fram fyri dómarunum, har sniðgevarnir sleppa at greiða frá, og dómararnir eisini fáa høvið at spyrja. Opið er fyri almenninginum.
 
Síðan fara dómarnir í einrúm at avgera vinnara og nummar tvey, ið vinna ávikavist 50.000 og 25.000 kr.
 
Kl. 20 verður hæddarpunktið ein mótaframsýning, har verkini verða sýnd fram við professionellum modellum, síðan verður vinnarin funnin. Tiltakið er ókeypis og opið fyri almenninginum 
 
Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin. Átakið skal birta undir at lyfta ídnaðin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tilfeingið og ídnaður, skulu verða í javnvág við náttúruna.
 
Teir 11 luttakandi sniðgevarnir eru: 
Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir og Milla Snorrason úr Íslandi, Louise Lynge Hansen úr Grønlandi, Lizette S. Karrento úr Álandi, Marianne Mørck og Iben Bergstrøm úr Noregi, Helena Manner úr Finlandi, Freya Dalsjø úr Danmark, og tær tríggjar føroysku eru  Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreassen og Frida Poulsen.
 
 
Í dómsnevndini til Blue Fashion Challenge sita:
Tommy Ton, formaður 
Jóhanna av Steinum, Steinum
Suzi Christoffersen, Closed Loop
Halla Helgadóttir, Icelandic Fashion Center.