Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í meðan verkfall er

Stórt sæð allir kommunalir ansingarstovnar eru stongdir, harundir eisini pedagogiska ráðgevingin hjá Barna- og Ungdómsdeildini og partur av familjuráðgevingini hjá Familjustovuni.

Ungdómsklubbarnir í Hoyvík, Norðasta Horni og Nólsoy eru stongdir, eins og Margarinfabrikkin er stongd.

Skúlarnir eru virknir. Dagrøktin er virkin, meðan allir frítíðarskúlar, barnagarðar og vøggustovur eru afturlatnar.

Ímeðan verkfallið er brúkar Húsaumsitingin høvið til at gera fleiri umvælingar á stovnunum, umframt at skipa fyri høvuðsreingerð á fleiri stovnum.