Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Í mínari verð er Merkið vakrasta flaggið í heiminum

Søgan um okkara flagg líkist søguni ”Den grimme ælling”, sum H.C. Andersen skrivaði.Talan er um eitt forfjónað flagg, sum danskir politikkarar skýrdu ”en klud” ella ”en grim klud”, segði Ingemar Djurhuus, m.a. í flaggdagsrøðu sínari í Århus, 2014.

Góðu útisetar í Århus.

Eg takki tykkum og Føroyingafelagnum í Århus fyri, at eg varð biðin um at halda røðuna, har vit heiðra Merkinum, okkara flaggi.

Mín røða er í trimum pørtum:

a) Merkið

b) Føroyska málið

c) Føroya framtíð

Men fyrst vil eg siga, at tá eg var ungur, var eg grønur skóti, og fyri mangar skótar hoyra Flaggdagurin og Skótabønin saman. Skótabønina umsetti Axel Tórgarð, prestur, og hon ljóðar so:

”Góði Guð og faðir kæri,

hoyr ta bøn, eg biði teg,

lat meg liva tær til æru,

leið tú meg á rættan veg.

Lat meg Føroyum trúgvur vera,

æra faðir, móður við,

móti øðrum væl at gera,

lýða lóg og skótasið.”

Merkið.

Í dag er 26. apríl, og føroyingar heima á klettunum hava longu heiðrað okkara flaggi ígjár. Í Danmark er okkara flaggdagur ikki frídagur, soleiðis sum hann er í Føroyum, so hetta er orsøkin til, at vit halda Flaggdagin ídag.

Takksemi er tað fyrsta orðið, mær kemur til hugs, tá eg síggi okkara Merki veittra.

Søgan um okkara flagg líkist søguni ”Den grimme ælling”, sum H.C. Andersen skrivaði.

Talan er um eitt forfjónað flagg, sum danskir politikkarar skýrdu ”en klud” ella ”en grim klud”.

Í mínari verð er Merkið vakrasta flaggið í heiminum, og sangurin ”Sjá tú blánar,” sum Hans Andrias Djurhuus yrkti, er ein okkara vakrasti sangur. Ja, eg eri takksamur fyri, at vit eiga eitt flagg, sum fyri mær symboliserar havið, ta reinu føroysku náttúruna og fedranna trúgv.

Onnur fløgg eru skorin eftir sama leisti. Til dømis tað norska og tað íslendska. Um eg ikki fari skeivur, fingu føroysku studentarnir íblástur frá hesum báðum fløggunum, sum ikki eru stórt eldri enn okkara flagg.

Okkara flagg, upprunaliga kallað Studentaflaggið, bleiv teknað í 1919 av Jens Oliver Lisberg og øðrum føroyingum á Regensinum í Keypmannahavn, har teir búðu. Hesum studentum eiga vit at vera takksom ímóti. Sig so, at tað ikki er dugur í føroyskum studentum!

Tað eru 95 ár síðan, at okkara flagg bleiv teknað, og tað eru 74 ár síðan, tað bleiv viðurkent av einari tjóð. Tað vóru bretar, sum viðurkendu Merkið tann 25. apríl 1940. Sum tit vita, vóru Føroyar hersettar av bretum, og Danmark av Týsklandi, og tí var tað neyðugt at hava egið flagg til okkara skip.

Onnur fløgg vóru í uppskoti: eitt tjaldursflagg, eitt veðraflagg, og eitt triðja uppskot var eitt reytt flagg við grønum krossi.

Nógvir føroyingar vóru ímóti, at vit flaggaðu við øðrum enn Dannebrog. Tað kundu teir hava sínar grundir til. Tað kunnu vit lesa um í bókini hjá N. J. Arge, útvarpsstjóra, sum skrivaði bók um okkara flaggsøgu.

Í somu bók skrivar rithøvundurin, at tað at stríðast fyri Merkinum kostaði: fleiri skip, sum flaggaðu við Merkinum, mistu síni grønlandsloyvi. Tað vil siga fiskiloyvi. Men sjómaðurin er sjáldan ráðaleysur, so fleiri av skipunum funnu sær aðrar fiskileiðir. Til dømis fóru fleiri undir Ísland at fiska. Tað var áðrenn annan veraldarbardaga.

Hugsið tykkum, at flaggstríðið leikaði á í dag! At danir søgdu við okkum: Um tit flagga við Merkinum, so fáa tit ongan lestrarstudning! Ongan SU, basta! Hvør okkara hevði so flaggað við Merkinum? Lívið var ein kampur tá.

Í dag er kampurin helst ein annar: móti leti, tómleika, einsemi, fiti, líkasælu, ja, listin er óendaligur.

Føroyska málið:

Føroyskt bleiv loyvt sum undirvísingar- og kirkjumál í 1938. Fyri bara 76 árum síðan.

Fyrst og fremst hava okkara kvæði hildið lív í føroyska málinum. Føroyskur skaldskapur í síni heild hevur somuleiðis stóran týdning fyri varðveiting og útvikling av okkara máli. Í Sangbók Føroya Fólks havi eg funnið nøkur dømi um, hvat okkara yrkjarar hava sagt.

Pól F. Joensen var abbabeiggi mín, og í sanginum ”Av øllum londum í eyst’ og vest”, sigur hann í einum ørindi:

”So hátt eg elski mítt móðurmál,

ið ljóðar stint eins og herðað stál

á mannamunni

frá hjartans grunni

og instu sál.”

Fríðrik Petersen, próstur, spyr í einum sangi:

”Hvat kann røra hjartastreingir?”

Øll kenna svarið: Tað er móðurmál. Tað er Føroya mál.

Jóannes Patursson, bóndi, hevði alsk til okkara mál. Í yrkingini ”Boðar tú til allar tjóðir,” skrivaði hann:

”Føroya mál á manna tungu

Merkir: her býr Føroya fólk,”

Og í einari aðrari yrking ”Nú er tann tíðin komin til handa,” málbar hann seg so:

”Illa er nú við Føroya máli vorðið,

annað hvørt orðið,

ið nú berst á munni av køllum og kvinnum,

í útlendskum rennur.”

Hann segði ”útlendskum.” Í dag hevði hann nokk skrivað ”íslendskum.”

Lat meg siga alt fyri eitt, at eg einki havi ímóti íslendingum, men tað kann ikki vera rætt, at eg skal sita við íslendskari orðabók fyri at skilja tey nýggju orðini, sum verða ”smíðað” í Føroyum ídag. Jamen, vit ”lána” bara orð úr íslendskum, havi eg hoyrt nøkur siga, men vit bera ikki orðini ikki aftur. Tey verða ein partur av føroyska málinum. Líkasum danismurnar. Hvat hava vit vunnið? Einki.

Lesið føroyskar bókmentir – og her vil eg taka ein fram um allar aðrar í hópinum. Tað var Hans Jacob Debes, professari. Ongar danismur, eingin útlendsk ella íslendsk orð í hansara bókum. Tað ber til, vit eiga føroysk orð, men andaligt leti og snobbarí fyri íslendskum máli gera, at føroyska málið er kroyst og broytist til tað verra.

Tá eg lurti eftir útvarpinum á internetinum, hugsi eg ofta, at tað finnast nógvir føroyingar í Føroyum, sum duga verri enn eg at benda orð rætt og at málbera seg rætt á føroyskum. Men eg havi búð í Danmark í gott og væl 30 ár!

Tey ungu duga ofta verri føroyskt enn tey tilkomnu. Tá er skilið ringt. Tá er okkurt galið við skúlanum ella tí málsligu uppalingini.

Í Barnaútvarpinum er ofta sama skilið.

Vit eiga at vera líka so góð við málið, sum við Merkið, og eg kundi hugsað mær, at vit høvdu ein Máldag líkasum ein Flaggdag. Við skrúðgongu og so framvegis, tí uttan føroyska málið eru vit ikki føroyingar longur.

Føroya framtíð:

Gulak Jacobsen yrkti sangin: ”Langt burt frá øðrum londum.”

Í seinasta ørindi skrivar hann:

”Hvar enn tín fótur fjakkar, hvar enn tú festir búgv,

ber altíð títt føðiland í minni;

tí urtin hon følnar og verður ikki drúgv,

er rótleysur stelkurin hin stinni.

Bið gott yvir fólkið av fornari ætt,

sum Guð hevur givið so dýran ein skatt:

at liva við friði í Føroyum.”

Vit útisetar eru ein partur av Føroyum, tí sjálvt um vit búgva uttanfyri føroysku landoddarnar, vilja vit altíð vera føroyingar.

Men tit ungu, sum her standa, eru okkara framtíð, og eg vóni, at tað verður pláss fyri tykkum í Føroyum. Tað er ikki øllum beskorið at flyta heim til Føroya. Eg eri ein teirra, sum settist aftur. Eg og kona mín fingu ikki endarnar at røkka økonomisk, tí vit kundu ikki liva av mínari inntøku aleina. Hon var ikki liðug at lesa. So aftur til Danmarkar við báðum børnunum. Her í Danmark bar til at liva av einari inntøku, tí her vóru stuðulsmøguleikar, sum ikki vóru í Føroyum. Til dømis íbúðarstuðul (boligsikring) og frípláss í barnagarði.

Nú ætli eg mær ikki at tosa so nógv um føroyskan politikk, men vit sleppa ikki undan spurninginum: um vit vilja verða ein sjálvstøðug tjóð, hvat gera vit so?

Handan spurningin skulu føroyingar í Føroyum avgera, meini eg.

Verður kvett við Danmark, koma Føroyar at yvirliva, men spurningur er, hvussu nógv so eru eftir í Føroyum. Livst, so spyrst.

Einki land í heiminum eigur so nógv og væl útbúgvið fólk sum Føroyar, og tað skulu vit halda á við, um vit skulu verða sjálvstøðug tjóð.

Sjálvur eri eg optimistiskur, tá tað snýr seg um Føroya framtíð, men tað krevur, at øll draga somu línu.

At vit hava nakað, vit eru samd um. Í løtuni kann eg bara koma í tankar um eitt, sum vit eru samd um, okkara Merki. Í dag eru allir føroyingar góðir við flaggið, og eg veit ikki um nakran føroying, sum ikki vil varðveita tað.

Vit eiga gott fólk innan øll vinnulívsøki. Á sjógvi og á landi.

Vit kunnu eisini læra av okkara ítróttarfólki. Tey eru kná. Bæði innan vanligan ítrótt og hjá ÍSB.

Tá viljin er til steðar, ber næstan alt til – bæði fyri føroyingar í Føroyum og uttanfyri Føroyar.

Føroyingar eiga nógvar úrmælingar. Eg nevni tveir teirra. Tvær fyrimyndir. Fyrsti maðurin, sum fekk virðisløn Nobels í medicini og fysiologi, var Niels Ryberg Finsen. Tað var í 1903. Finsen var av íslendskari ætt og varð føddur í Tórshavn í 1860, og hann doyði í Keypmannahavn í 1904.

Hin var William Heinesen, sum livdi frá 1900 til 1991. Hann var í uppskoti til virðisløn Nobels í føgrum bókmentum, tá íslendingurin Halldór Laxness fekk hana. Tað var í 1955.

Eg ivist onga løtu í, at vit føroyingar eiga nógv gott fólk, sum koma langt – eisini innan bókmentir og vísindi - hóast vit eru fáment. Spurningurin er, hvørjum vit stíla eftir, og hvussu góðan stuðul vit fáa frá okkara egnu.

Eg vil enda mína røðu við orðunum hjá Fríðriki Petersen: ”Guð signi mítt føðiland, Føroyar.”

Takk fyri!