Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Verandi sáttmáli um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu er við Spf. Jón Thomasen. Tann sáttmálin gongur út tann 31. mars 2017. Sáttmálin kann ikki leingjast, tí hann er longu longdur í tvey ár frammanundan.

 Tí varð ruskinnsavningin boðin út til undangóðkenning í februar. Tveir umsøkjarar vórðu góðkendir, verandi arbeiðstakari Spf. Jón Thomasen og I.R. Lastvognar. Í apríl komu tilboð frá teimum báðum inn og I.R. Lastvognar høvdu lægsta tilboðið.

 Sostatt yvirtekur felagið I.R. Lastvognar ruskinnsavningina í Havn frá 1. apríl komandi ár at rokna.

 Bert smáar broytingar verða gjørdar í skipanini í hesum sambandi, t.d. verður skipað fyri pappírsinnsanving frá húsarhaldum í Nólsoy, og serlig átøk verða gjørd at forða fyri at rotta sleppur út í Nólsoynna og út í Hest, svarandi til galdandi Ransar-sáttmála. 

 Myndin er tikin fyrrapartin í gjár, tá Rasmus Rasmussen, stjóri á I.R. Lastvognum, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, undirskrivaðu sáttmálan um ruskinnsavningina.