Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki av leið, at gjørt Óla til heiðursdoktara

Óli Jacobsen: Daniel J. Danielsen and the Congo: Missionary Campaigns and Atrocity Photographs. Brethren Archives & Historical Network, Tórshavn 2014

Tað er ein sera merkisverd bók, sum Óli Jacobsen hevur skrivað um Dánjal Jákup Danielsen, vanliga kallaður Dollin

Sum kunnugt fór Óli fyri nøkrum árum síðani undir at skriva um gravirnar í gamla kirkjugarðinum í Havn. Hann royndi at finna fram til hvørji tey fólkini vóru, sum grivin vóru, og eydnaðist tað honum at fáa fatur á avvarðandi, sum vistu nakað um tey deyðu. Burtur úr hesum komu nógvar greinir í Sosialinum, sum hava glett mong fólk um alt Føroya land.

Men eina grøv var ringt at fáa nakað at vita um. Tað var grøvin hjá Daniel J. Danielsen. Har stóð á gravsteininum, at hann hevði verið trúboðari í Congo. Men har vóru eingi avvarðandi, sum vistu nakað. Treiskur sum Óli er, fór hann so at leita, og tað, sum kom burturúr, var ikki minni enn ein sensatión. Bókin um hesa avdúking er nú við góðari grund givin út á enskum og hevur vakt miklan ans millum søgumenn um allan heim.

Tað vísti seg nevnliga, at maðurin í hesi grøvini er ein av teimum fáu føroyingunum, sum hevur havt týdning í heimssøguni! Men hesin týdningur hevur verið forfjónaður so væl, at eingin yvirhøvur hevur vitað um mannin og avrik hansara, fyrr enn Óli fann røttu keldurnar. Sum kunnugt er veruleikanna hav óendaligt, men tað er tigandi, til settir verða tí skilagóðir spurningar. Óli megnaði at seta teir røttu spurningarnar, og burtur úr ti kom ein søga, sum ikki er minni spennandi enn nøkur kriminalroman.

Fyrst fáa vit nógv at vita um mannin. Hann kom úr smáum korum, føddur í Keypmannahavn 1871. Mamman var føroysk, faðirin var danskur, og foreldrini giftust ikki. Mamman kom aftur til Føroya við soninum. Hon giftist her og fekk fleiri børn. Dánjal Jákup fór sum so mangur út í stóru verð har hann gjørdist maskinmaður og sigldi víða hvar. Fyri aldarskiftið varð hann frelstur og hevði 1901-03 starv á áardamparum á Kongo-ánni í tænastu hjá bretskum trúboðarum og gjørdist sjálvur trúboðari. Hann var heldur sjálvstøðugt hugsandi, og tá hann, eftir at hava verið skipari á damparanum sum bretski konsulin Roger Casement í 1903 sigldi við fyri at síggja ræðuleikarnar sum belgiar gjørdu her niðri fyri at noyða bygdafólkini at útvega sær gummi, kom hann til Bretlands og fór at halda fundir um hesar hendingar. Hetta var gjørt uttan góðkenning frá leiðsluni í missiónsfelagsskapinum, og tískil varð hann frákoyrdur og kom 1904 til Føroya, har hann til deyða sín í 1916 saman við konuni prædikaði víða hvar og vann brøðrunum stóra undirtøku.

Tað sum er serligt við kanningini hjá Óla, er at hann prógvar, at tað vóru myndir av ræðuleikunum sum fingu mannahugsanina at broytast, soleiðis at fólk vendu sær í andstygd frá tí yvirgangi, sm stýrið hjá Leopold kongi skipaði fyri í hesum landi. Óli prógvar, at tað var Dánial Jákup, sum hevur tikið tær mest ræðandi myndirnar, og nú hava teir søgumenn, sum serfrøðingar eru í hesum evni, boygt seg fyri próvførsluni hjá Óla.

Tað er ikki óvanligt aðrastaðni, at vísindamenn, sum gera kollveltandi rannsóknir, fáa heiður fyri tær. Vit hava í Føroyum eitt fróðaskaparsetur við eini søgudeild, og tað hevði ikki verið heilt av leið hjá teimum at gjørt Óla til heiðursdoktara fyri hetta merkisverda avrik.

Zakaris Wang