Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki nøktandi viðgerð

Álit viðv. klagu um viðgerð av innlitsumbøn í eitt byggimál hjá Tórshavnar kommunu

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu frá Kringvarpi Føroya um viðgerðina hjá Tórshavnar kommunu av umsókn um innlit í málið um uppihaldstrappuna í Vágsbotni. Umboðsmaðurin vísti m.a. á, at viðgerðin hjá kommununi varð framd á slíkan hátt, at tað var ógjørligt hjá umsøkjaranum at síggja, at hann ikki hevði fingið innlit í øll skjølini í málinum.

 Samanumtikið metti umboðsmaðurin, at viðgerðin var ikki nøktandi og bað tí Tórshavnar kommunu um at taka málið uppaftur til nýggja viðgerð. (LUM 15/00146): http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=bseku&lang=fo_fo&url=http://www.lum.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx?File=%2fFiles%2fFiler%2flum%2fNidurstodur%2f15-00146-Alit.pdf&referer=http://www.lum.fo/Default.aspx?ID=9746&PID=31386&NewsID=5748&Action=1