Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ikki tvær krónur verdur

Perlur: Hetta vóru boðini, stjórin á Dimmalætting hevði til mín, tá eg spurdi um blaðið ikki kundi betala mær fyri einar nýggjar skógvar, afturfyri at Dimma hevði havt eina samrøðu við meg um lívið í tilhaldinum á Skálatrøð, sigur Fríðrik Justesen, sum annars varð endurgivin í greinini fyri at siga, at hann livdi, sum Harrafólk, við kokki, fekk klæðini vaskaði og strokin. Umframt, at seingjarklæðini vórðu skift tvær ferðir um vikuna. Grein í Oyggjatíðindi 5. apríl 2006.

- Pápi segði altíð, at hjá teimum, sum onki eiga eru tvær krónur, nógv.

Rætt skal vera rætt:

- Dimma hevði ikki lovað mær pening fyri greinina, men fyri tað kundi stjórin á Dimmu, verið høfligur, sigur Fríðrik Justesen, sum sambært stjóranum, ikki var meira verdur enn tvær krónur, sum stendur eitt sindur í andsøgn við, at Dimma brúkar srørsta partin av forsíðuni til lívið hjá Fríðrik í tilhaldinum. Eitt sindur meira enn tvær krónur mundi maðurin vera verdur fyri Dimmuna.

------------------

Eg bjóðaði mær at stuðla herberginum..

Aftaná at Oyggjatíðindi hevði luftað viðmerkingini hjá Justesen á

www.oyggjatidindi.com,

fríggjadagin, fingu vit hendan teldupostin frá Inga Samuelsen, blaðstjóra á Dimmalætting:

Nú veit eg ikki um Oyggjatíðindi eru áhugað í at hoyra mína versjón av episoduni.

Men:

Satt er, at Fríðrik Justinussen var á gólvinum í gjár, og at hann mátti fara avstað aftur uttan at hava fingið tað, hann var komin eftir.

Men...

Hann spurdi hvørki um tvær krónur ella um einar skógvar.

Hann kravdi 700 krónur í hondina + útreiðslurnar til taxabilin.

Tá hann apelleraði til mína samvitsku nevndi eg, at eg møguliga kundi senda Herberginum hjá Frelsunnarherinum pengar, men tað bað hann meg lata vera við...

PS

Hvussu nógv fekk hann frá Oyggjatíðindum?

Vinarligar

Ingi Samuelsen

-------

Sum tú sært, so segði Justesen, at hann ikki hevði fingið lovað pening frá Dimmu áðrenn greinin varð skrivað. Og tað er eisini fínt nokk.

Hann nevndi, at hann eftirfylgjandi bað um hasar 700,00 krónurnar, sum hann so segði seg vilja brúka til skógvar!? Eg nevndi so bara skógvarnar, men tað skilji eg á tær, at hann onki hevur sagt um í samrøðuni tykkara millum.

Men tað var nú meira, at hann ikki skuldi vera verdur meira enn tvær krónur, sum fekk hann at reagera. Samanhildið við hansara egnu orð í greinini um, at hann føldi seg sum Harrafólk, fekk klæðini vaskaði/strokin, og rein seingjaklæðir tvær ferðir um vikuna, helt eg støðuna vera bæði ironiska og paradoksa.

Eg eri so sanniliga glaður fyri tínar viðmerkingar, Ingi.

Annars var tað ein f... góð samrøða við Justesen.

Og nei, eg eigi ikki pengar til slíkt, so tað forbjóðar seg sjálvt.

Vinarliga

Dan