Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Ímillum Gjaranes og Langanes

Runavíkar havn og Kongshavnar havnastýri heita á øll skip og allar bátar um at vísa alra størsta varsemi, og um at sigla við hóskiligari ferð eftir umstøðunum, tá siglt verður á Skálafirði næstu dagarnar. Serstakliga í økinum eftir einari linju ímillum Langanes á Glyvrum og Gjaranes fyri Innan Glyvur.

Tíðindaskriv:

Mánadagin, týsdagin og miðvikudagin – 6., 7. og 8. juli – fer Runavíkar kommuna undir at leggja nýggja vatnleiðing um fjørðin ímillum Skála og Glyvrar.

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at flyta vatn av vestaru yvir á eystaru síðu við Skálafjørðin. Fyrireikingar eru gjørdur uppi á landi omanfyri Skála, og eystarumegin er farið undir at fyrireika flutningin av vatninum av Langanesi á Glyvrum niðan í brunnarnar ovarlaga í Saltangará.

Ídag og næstu tveir dagarnar verður vatnleiðingin løgd yvir um fjørðin. Ímillum Gjaranes fyri Innan Glyvur og Langanes á Glyvrum. Økið, har leiðingin verður løgd, er væl uppmerkt við boyum. Virkisøkið hesar dagarnar er kortini størri enn hetta. Leiðingin verður sett saman á bryggjuøkinum í Runavík og sleipað framvið eystara landinum inn á Glyvrar og haðani yvirum fjørðin.

Einaferð enn heita vit á skip og bátar um at vísa alra størsta varsemi, og at sigla við hóvligari ferð, hesar tríggjar dagarnar tað tekur at leggja vatnleiðingina. Skuldi onkur havt spurningar hesum viðvíkjandi ber til at ringja til Runavíkar havn – 447015 ella 237015.

                                           Runavíkar havn             Kongshavnar havnastýri