Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Indiski sendiharrin hitti løgmann

Um middagsleitið í gjár hitti indiski sendiharrin til Danmarkar, Ashok Kumar Attri, løgmann í Tinganesi. Á fundinum umrøddu løgmaður og sendiharrin viðurskiftini í India og í Føroyum og sínámillum samstarv.

Indiski sendiharrin vísti stóran áhuga fyri góða infrastrukturinum í Føroyum og vindorku. Sendiharrin ynskti at samstarva við Føroyar á fleiri økjum. Serligur dentur varð lagdur á samstarv um havfrøðiliga gransking og um mentanarligt umbýti t.d. konsertir, fyrilestrar og frálæru í skúlum.

Sendiharrin er í hesum døgum á almennari vitjan í Føroyum. Undir ferðini skal hann m.a. vitja Thor í Hósvík, Hiddenfjord í Sørvági og Bank Nordic í Havn.

Sendiharrin kom mánadagin 25. mars og fer av landinum aftur hósdagin 28. mars.