Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

INDY 500!

Indianapolis 500 er kappkoyring á stóra ovala Motor Speedway bananum í býnum Indianapolis, sum liggur í statinum Indiana í USA.

Kappkoyringin INDY 500 verður roknað sum ein partur av Triple Crown of Motorsport, sum er roknað sum tann kappkoyringin í verðini sum hevur størstu “tygn” av øllum kappkoyringum.

Vanliga er kappkoyringin seinasta vikuskifti í maj mánaði, og er INDY500 koyringin partur av “Verizon IndyCar Series” sum er hægsta støði í ” American Championship Car racing” vanliga kalla "Indy Car Racing", sum oftast stytt til INDY 500.

Stóri ovali banin hevur vanliga pláss fyri 250.000 áskoðarum. Men til INDY 500 økja fyrireikararnir um áskoðaraplássini, soleiðis at tað er pláss fyri áleið 300.000 áskoðarum.
Kappkoyringin er eisini ein av teimum gomlu stóru koyringunum. Síðan 1911 hevur verið koyrt kapp á bananum, og var sostatt stórt 100 ára hátíðarhald í 2011.

Tey sum kenna til Formula 1 kenna sikkurt til navnið Juan Pablo Montoya. Juan Pablo er meistari sum er, og fer hann eftir øllum at døma at gerða alt fyri at endurvinna meistaraheiti.

Vikuskifti 27-30 maj verður stjórin á FirstStop Atlantic Fríðrikur Bláhamar millum teir áleið 300.000 áskoðararnar.

Tað er nevniliga so at SuperDekk sum fyritøkan eitur, er limur í stóru altjóða dekk-ketuni FirstStop, og hevur fyritøkan FirstStop Atlantic verið við í eini innanhýsis kapping, og her var fyritøkan so heppin at verða ein av vinnarunum, og vinningurin er eitt vikuskifti til hesa stóru INDY 500 kappkoyringina.

Tit kunna ætla at Fríðrikur, sum gjøgnum alt lívið er uppvaksin við bilum gleðir seg líka so nógv sum ein smádrongur.