Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Mynd frá vinstru: Eilif Gaard, vegleiðari, Hein Rune Skjoldal, andmælingur, Inga Kristiansen, nýklakt ph.d., Anni Djurhuus, andmælingur, og Hjálmar Hátún, vegleiðari. Jeffrey Runge, andmælingur, vantar á myndini. (c) Granskingarráðið

Inga Kristiansen vart ph.d. um djóraæti

Mánadagin 6. desember vardi Inga Kristiansen ph.d.-arbeiðï sítt um djóraæti. Verjan varð hildin í Kongshøll, har starvsfelagar og familja vóru til staðar. Verjan varð eisini stroymd.

Ritgerðin eitur "Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea – links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring”.

Andmælingar vóru Hein Rune Skjoldal, professari á Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Bergen, Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science, University of Maine, og Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sum var forkvinna í próvnevndini.

Verjan gekk sera væl. Inga Kristiansen legði fyrst fram sína gransking og úrslit. Síðani fekk Hein Rune Skjoldal, fyrri andmælingur, høvi at viðmerkja og spyrja um smálutir í granskingini. Aftaná ein steðg var tað Jeffrey Runge, annar andmælingur, sum umvegis netið gjørdi sínar viðmerkingar. Gott kjak var millum ph.d.-studentin og andmælingarnar. Framløga og verja vardu 2 ½ tíma.

Eftir ein stuttan fund boðaði Anni Djurhuus vegna próvnevndina frá niðurstøðu teirra. Tey hildu Ingu Kristiansen hava gjørt eitt dygt arbeiði. Tey mettu, at ritgerðin var sera áhugaverd og ein samanhangandi heild á høgum vísindaligum stigi. Tey gleddu seg til at frætta meira um hennara granskingarúrslit framyvir. At enda staðfestu tey, at hon hevði staðið verjuna og lokið ph.d.-heiti.

Um verkætlanina

Í verkætlanini hevur Inga Kristiansen kannað tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti, sum eru norðan fyri Føroyar. Reyðæti er tað vanligara slagið og harumframt er eitt størri slag, sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini, tá eitt rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt. Kannað er, hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki hjá havstreymum. Eisini hevur Inga Kristiansen kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í sambandi við nøgdirnar av djóraæti, sjóvarhita og havstreymar. Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina.

Inga Kristiansen hevur gjørt sína gransking á Havstovuni, og ph.d.-útbúgvingin er skipað í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Havstovuna. Vegleiðarar hava verið Eilif Gaard og Hjálmar Hátún, Havstovan/Fróðskaparsetrið og Sigrun Jónasdóttir, DTU-Aqua.

Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnugransking og Havstovuni. Kelda: hav.fo

Næstu stigini

Inga Kristiansen fer undir næstu verkætlanina beinanvegin, eina postdoc við heitinum ”Sambandið ímillum djóraæti og havfrøðiligar broytingar kring Føroyar í trý áratíggju.” Hendan verkætlanin hevur fingið 1 mió. kr. í stuðli frá Granskingargrunninum og slakar 2,4 mió. kr. frá havgranskingarskrá, sum er fíggjað av danska fíggjarlógini og umsitin av Granskingarráðnum.