Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

INGIBJØRG BERG FRÁ SUM KOMMUNUSTJÓRI

Mánadagin var hugna- og fráfaringarløta fyri Ingibjørg Berg, kommunustjóra. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt røðu fyri Ingibjørg og segði m.a., at tey bæði høvdu starvast saman, líka síðan Ingibjørg var aðalskrivari hjá Kommunusamskipanini, til hon bleiv fyrst trivnaðarstjóri og so kommunustjóri.

 Borgarstjórin nevndi, at Ingibjørg dugir sera væl at lurta, er fyrikomandi, blíð og avbera væl formulerað og altíð presentabul. Hennara máti at vera uppá er altíð fyrimyndarligur.

 - Eg havi kent meg sera væl stuðlaðan og tryggan við Ingibjørg sum kommunustjóra. Hon gongur inn fyri uppgávuni við lív og sál, handlar skjótt, dugir at fáa boðskapin fram og at taka skjótar og rættar avgerðir. Og hennara samskifti við býráðspolitikkarar hevur eisini verið fyrimyndarligt, segði Heðin Mortensen m.a.

 Ingibjørg Berg helt eina rættiliga kenslulødda og filosofiska røðu fyri samstarvsfeløgum og býráðslimum, har hon takkaði fyri hesi 10 árini og millum annað hugleiddi útfrá orðum Søren Kierkegaards, sum segði, at "det store er ikke at være enten det ene eller det andet, men at være sig selv – og det formår hvert eneste menneske, hvis det vil!"

 Ingibjørg lýsti sítt starv, m.a. við at sitera Dolly Parton, sum segði, at "um tú ynskir tær ælabogan, mást tú eisini liva við ælunum".

 - Eitt av mínum ynskjum fyri kommununa er, at hendan mentanin við at síggja, virðismeta og at hátíðarhalda verður varðveitt og styrkt, uttan mun til at kommunustjórar og – meira óhugsandi, men kortini, fyrr ella seinni helst eisini borgarstjórar – koma og fara, tí hon hevur nógv størri týdning fyri positivu ímyndina av kommununi, enn vit geva okkum far um.

 - Fyri mín part, so eri eg spent uppá at kunna byggja víðari uppá allar tær royndir, og tað innlit, sum tit her hava givið mær, nú eg ætli mær at fara at arbeiða fakliga uppá ein heilt annan máta. - At kunna hugdýpa meg meira, enn man kann gera sum leiðari í eini so stórari, spennandi og fjølbroyttari organisatión sum Tórshavnar kommunu við øllum sínum deildum og stovnum og yvir 2000 starvsfólkum, undir liðini ella í hølunum á Heðini Mortensen.

 - Sjálvt ikki Tórshavnar kommuna fer nakrantíð at blíva ein fullkomin organisatión, men hon fer at blíva enn betri, og eitt sindur øðrvísi. Tað kunnu tit – ella vit øll havnarfólk – síggja fram til, segði Ingibjørg Berg at enda.

 Ingibjørg Berg fer nú at reka egna ráðgevingarfyritøku.