Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

INGUN ABSALONSEN 25 ÁRA STARVSDAG

Í dag 1. mars hevur Ingunn Absalonsen starvast í Sankta Frans skúla í 25 ár.

- Hon valdi hetta arbeiðið fram um starvið sum økonoma. Í 1988, tá hon byrjaði í starvinum her, hevði hon børn í skúlaaldri, og maðurin undirvísti í Handilsskúlanum, og høvdu børn og maður sostatt skúlaferiur.

- Tað var ikki altíð so lætt hjá Ingunn at hava frí samstundis sum familjan, og hetta var so ein grund til, at hon søkti starv sum skrivari í einum skúla. Hon hugsaði sum so, at tá børnini vórðu størri, fór hon aftur at arbeiða sum økonoma. Men so varð ikki, hon helt fram í Sankta Frans, og hevur trivist væl her, millum næmingar og tykkum starvsfelagar, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, í røðu fyri Ingun í morgun.

- Skrivarin í einum skúla er ein týdningarmikil persónur, tað er ofta hann, sum er fyrsta kontaktin við skúlan, tí hann tekur telefonina, og tá fólk, sum ikki ganga ella starvast í skúlanum, koma inn í ein skúla, fara tey inn á skrivstovuna fyrst. Tvs. skrivarin er andlitið hjá skúlanum úteftir. Uppgávurnar hjá Ingunn eru nógvar, og hon er tann, sum samlar træðrirnar í skúlanum, og heldur skil á samskifti, fundum og kalendara skúlans.

- Haraftrat hevur hon nógv samskifti við næmingar, foreldur, starvsfólk og viðskiftafólk skúlans. Ingunn er tann, sum øll kunnu fara til, tá tey skulu finna útav onkrum, hvar ein lærari ella næmingur er, nær royndir verða, nær frídagar eru o.s.fr.