Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innandura fótbóltur fyri tey ungu

Leygardagin verður árliga innandura fótbóltskappingin, ið HB skipar fyri. Hesaferð er kappingini í Hoyvíkshøllini. 

Vælumtókta kappingin eitur nú Skálka Cup og seinasta freist at melda til er kl. 18 hóskvøldið 15. februar. 

Kappingin verður fyri aldursbólkarnar U7-U17 og fyri bæði gentur og dreingir. 

Á hvørjum liði eru 5 leikarar og í mesta lagi ein skiftisleikari. Tó spæla U15 og U17 við 4 leikarum. Liðini kunnu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.