Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innandura ísvøllur í november

Um stutta tíð verður ísvøllurin lagdur út aftur – men hesaferð verður hann inni í nýggjum tjaldi, sum Tórshavnar býráð samtykti at keypa í gjárkvøldið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, sigur, at kommunan í dag hevur bílagt eitt tjald, sum - tá alt er uppsett mátar ikki minni enn 30 x 45 metrar.

- Tjaldið kann brúkast bæði summar og vetur til eitt ótal av ymsum tiltøkum. Og heilt einastandandi er, at tað kann meira ella minni “skoytast uppí” fleiri av verandi hallum, skuldi tað verðið neyðugt, sigur borgarstjórin.

- Hetta gjørdi so, at tað dró eitt sindur út við ísvøllinum, men høllin er bíløgd í dag, og seinast í næstu viku verður farið undir at seta hana upp niðri á Skálatrøð. Og so verður ísvøllurin innilokaður og pláss verður fyri øllum møguligum øðrum, bæði kaffi- og matsølu, undirhaldi og øðrum.

- Eg tori ikki at seta dato á enn, men um hálvan november eigur alt at fara at verða liðugt á Skálatrøð, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, í stuttari viðmerking.