Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri almennari hugnaløtu mánakvøldið 26. oktober kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.

Innbjóðing til hugnakvøld hjá Undirlívsbólkinum hjá Krabbameinsfelagnum

Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum skipar fyri almennari hugnaløtu mánakvøldið 26. oktober kl. 19.00 í hølunum hjá Krabbameinsfelagnum á Grønlandsvegnum 58, Tórshavn.

Skrá fyri kvøldið:

19.00   Vælkomin

19.15   “Tvær søgur, ein sjúka” systrarnar Dagmar og Beinta Chlotier siga frá, ávíkavist tað at vera sjúk og avvarðandi.

20.00   Drekkamunnur og prát

21.00   Liðugt

Øll eru hjartalliga vælkomin

Vinarliga boða frá luttøku á kmf@krabbamein.fo ella við at ringja til Krabbameinsfelagið á 317959 innan mánadagin 26. oktober 2015 kl.15.00.

Vinarliga

Beinta E. Højsted, forkvinna í Undirlívsbólkinum