Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Innbjóðing til Vísundavøku

Vegna Granskingarráðið og granskingarstovnarnar í Føroyum er innbjóðing viðheft við tilboði um at bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur hjá tykkum ein av døgunum 15. – 28. september 2017. 
 
Treytirnar eru einfaldar: Tann, sum tekur ímóti einum fyrilestrahaldara, skal lýsa við tiltakinum, eitt nú í telduposti til starvsfólk ella limir, á Facebook, við tíðindaskrivi ella lýsing í miðlunum. Tað skal vera ein uppvørpa á staðnum og mikrofon um neyðugt. Tað skal vera pláss fyri, at í minsta lagi 20 fólk kunnu koma til tiltakið. Granskararnir gera hetta sum part av sínum starvi og skulu ikki hava samsýning fyri fyrilesturin.
 
Sí neyvari lýsing og yvirlit yvir fyrilestrar í viðheftu innbjóðing.
 
Tit eru vælkomin at senda hesa innbjóðing víðari til onnur, um tit ynskja tað.
 
Hetta tilboð er eisini lagt á gransking.fo og sent fjølmiðlunum, so tað er um at halda seg framat. Avtalur verða gjørdar í tí raðfylgju, sum tað verður bílagt, so tey sum spyrja fyrst, hava fyrsta rætt.
 
Vísindavøkan 2017 verður fríggjadagin 29. september í í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn.

Linkur:
file:///C:/Users/Dan/AppData/Local/Microsoft/Windows/INetCache/Content.Outlook/VEMVQ9YP/Innbjóðing%20-%20Vísindavøkan%20á%20ferð%20-%20bílegg%20ein%20granskara!.pdf