Oyggjatíðindi

Lýðarsvegur 19

188 Hoyvík

 

Tlf: 314411

Teldupostur: oyggjat@olivant.fo

Inntøkur knýttar í fólkateljingina

Úrslitini frá fólkateljingini eru nú víðkaði við inntøkutølum fyri sama árið, tá teljingin fór fram.

Spurt varð ikki um inntøku, tí tað eru uppplýsingar, sum Hagstovan longu hevði. Ein av leiðreglunum fyri teljingina var, at tað ikki skuldi spyrjast um upplýsingar, sum Hagstovan longu hevði.

Nú er ein nýggjur 11. partur lagdur aftrat manntalsgrunninum, nevndur Liviumstøður og inntøkur, við 26 talvum, har inntøkuupplýsingar eru knýttar at manntalsupplýsingum um húski og familju, býlis- og ognarviðurskifti, arbeiði og førleika, frítíð og trivnað.

Í talvum um einstaklingar er tøka inntøkan brúkt. Tað er inntøkan eftir skatt.

Í talvunum, ið snúgva seg um húskini, eru tvey sløg av inntøkum brúktar:

- annað er tøka inntøkan hjá húskinum. Tað er samlaða inntøkan hjá øllum í húskinum eftir skatt, - hin hátturin at lýsa húskisinntøkuna, er við sonevndu javnvirðisinntøkuni.

Javnvirðisinntøkan er ein roknað inntøka, sum leggur upp fyri, hvussu nógv fólk eru í húskinum, og hvussu tað er samansett, hvussu nógv vaksin og hvussu nógv børn. Á henda hátt ber til at samanbera húski beinleiðis, hóast tey kunnu vera sera ymisk til støddar.

Til nýggja partin eru nakrar tíðindagreinar, sum verða lagdar út saman við nýggju talvunum í manntalsgrunninum, sí http://www.hagstova.fo/fo/folkateljing/fo-folkateljing-tidindi/liviumstodur-og-inntokur.